U18-kvinnur: Greiður sigur á India

Uttan at spæla framúr, staðfestu føroysku U18-kvinnurnar, at tær eru væl betri enn India. Okkara vunnu 27-22 í dag. Í steðginum vóru Føroyar á odda 14-9. India var betur við í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist føroyska liðnum at halda frástøðuna.

Í niðara millumspælinum í bólki 2 hava Føroyar fýra stig, Kasakstan hevur tvey stig, meðan Eysturríki og India einki stig hava. Klokkan 15.30 spæla Eysturríki og Kasakstan.

Dagsins leikari og toppskjútti var Anna Elisabet Halsdóttir Weyhe, sum skjeyt 7 mál.

Føroyar spæla móti Kasakstan fríggjadagin klokkan 9.30. Um Føroyar enda ovast í bólkinum skulu okkara kvinnur spæla um plássini millum nummar 17 og 20. 

Málskjúttar hjá Føroyum
 Anna Elisabeth H. Weyhe 7. Bjørk Franksdóttir Joensen 5, Maria P. Nólsoy 4, Inga Maria Roysdóttir 2, Karin Egholm 2, Barbara Hammer 2, Lea Mohr 2, Lukka Arge 1, Sára S. Mikkelsen 1, Hanna J. Dalsgarð 1. 

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.