U18-kvinnur komu í avbjóðandi bólk

Føroysku U18-kvinnur fingu eitt avbjóðandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk C saman við Danmark, Portugal og Eysturríki.

Talan er um ein sterkan bólk, sum Føroyar er komið í. Til U17 EM í fjør gjørdist Danmark nr. 4, Portugal nr. 10 og Eysturríki nr. 14. Ovastu tvey liðini úr bólkinum koma víðari til millumrunduna, har liðini spæla um plássini 1-16, meðan niðaru tvey liðini spæla millumrundu og um plássini 17-32. Til millumrunduna verður føroyski bólkurin, bólkur C, paraður við bólk D.

Bólkarnir:
Bólkur A: Montenegro,  Svøríki, Algeria, Ísland
Bólkur B: Iran, Norðurmakedonia, Usbekistan, Senegal
Bólkur C: Danmark, Portugal, Eysturríki, Føroyar
Bólkur D: Kroatia, Kasakstan, Egyptaland, India
Bólkur E: Rumenia, Holland, Guinea, Slovenia
Bólkur F: Týskland, Sveis, Slovakia, Suðurkorea
Bólkur G: Noreg, Kekkia, Brasil, Uruguay
Bólkur H: Ungarn, Frakland, Argentina, Spania

Kappingin verður leikt í Skopje í Norðurmakedonia, dagarnar 30. juli – 10. august.

Fyrireikingarnar til HM byrja longu komandi vikuskiftið, tá føroyska liðið fer til Íslands, har tær skulu leika tveir venjingardystir móti Íslandi, sum eisini skal luttaka til HM. Ísland og Føroyar hittast leygardagin 4. og sunnudagin 5. juni í Kórinn í Kopavági, báðar dagarnar kl. 15.30 føroyska tíð. Leinkja til stroym verður lagd út seinni.

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Leikaramenning 2022-23

15. november 2022

Seinastu tvey vikuskiftini hava 250 gentur og dreingir verið til leikaramenngin hjá HSF. Talan eru um leikarar føddir í 2008, 2009 og 2010. Samlingarnar hava verið í Havn og Klaksvík.