U18-kvinnur: Tryggur sigur á Kasakstan

Føroysku U18-kvinnurnar vunnu ein tryggan 31-22 á Kasakstan í dag, eftir hálvleiksstøðuna 17-12 til Føroyar.


Í mun til dystin móti India, var Kasakstan eitt lið, sum í størri mun spælir hondbólt, sum vit kenna hann í Europa. Hetta tóktisk føroyska liðið tryggari við.

Tað var eyðsæð, at føroyska liðið vildi seta seg á dystin beinanvegin. Leikferðin var høg og vunnu okkara seg 5 mál fram um beinanvegin í dystinum, áðrenn Kasakstan náddi at vakna. Um miðjan seinna hálvleik gekk heldur strilti einu løtuna og vóru okkara við at loyva kasakum innaftur í dystin, tá leiðslan minkaði niður í 4 mál. Eftir eitt time-out, settu okkara tó ferð á aftur og lukkaðu dystin við 9 máls sigri.

Besti leikari í dystin var kosin Maria Pálsdóttir Nólsoy.

Føroyska liðið er enn við í dystinum um plássini 17-20 í kappingini og møta okkara Spania sunnudagin kl. 11.00

Málskjúttar hjá Føroyum:
Lukka Arge 10
Inga Maria Joensen 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Lea Mohr 2
Karin Egholm 2
Barbara Hammer 2
Silja Heðinsdóttir 2
Anna Sigrunadóttir Mikkelsen 1
Sára Sigrunadóttir Mikkelsen 1
Karina Debes Heinesen 1
Hanna Jakobsdóttir Dalsgaard 1

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.