U18-landsliðið til Sparkassen Cup

U18-landsliðið hjá monnum skulu 2. jóladag til Merzig í Týsklandi at luttaka í stóru árligu altjóða kappingini Sparkassen Cup.

Luttakandi liðini eru umframt Føroyar, Týskland, Ísland, Holland, Sveis, Hvítarussland, Italia, Saarland (landslutur í Týsklandi). Føroyar er komið í bólk saman við HV Saar, Hvítarusslandi, og Hollandi.

Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum síggja soleiðis út:

Fríggjadagin 27. des kl. 17.20 Føroyar – Hvítarussland
Leygardagin 28. des kl. 13.00 Føroyar – Holland
Leygardagin 28. des kl. 18.20 Føroyar – HV Saar
Finaludystirnir verða sunnudagin 29. des.

Málverjin hjá Føroyum, Pauli Jacobsen, sum stóð sera væl til European Open í summar, hevur tíverri fingið ein skaða at dragast við nú í desember og verður hann ikki við. Í hansara stað er komin Teitur Mouritsen úr H71. Føroyska liðið telur sostatt hesar leikarar:

Málverjar:
Brandur Silvurstein, Skjern
Teitur Mouritsen, H71

Útileikarar:
Elias á Skipagøtu, H71
Pauli Mittún, H71
Hákun West av Teigum, Skanderborg
Viktor Johan Norlyng Gäini, GOG
Ovi Lützen, Kyndil
Sveinur Olafsson, H71
Ragnar Karlsson, H71
Rói Ellefsen á Skipagøtu, ISI
Bogi Hansen, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF
Silas Vang, H71
Kristoffur Bjørgvin, Kyndil
Sakir Tróndarson Frýdal, H71
Baldur Gillason, H71

Venjarar:
Julian Johansen, venjari
Mark Marcher, venjari
Jens á Skipagøtu, málverjavenjari
Leif Kristoffersen, liðleiðari

Allir dystirnir kunnu stroymast á sportdeutschland.tv ella handball-deutschland.tv

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

20. september 2022

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.