U18-menn: EM-liðið er úttikið

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Málverjar:
Aleksandar Lacok, Neistin
Torstein Sivertsen, H71

Vinstri vengur:
Rói Seyer Hjaltalin, H71
John Skaalum Vilhelm, H71
Tróndur Johnsson, VÍF

Høgri vengur:
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Niklas Gaard, Neistin

Strikur:
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Rói Thomsen, H71
Marcus Bramsen, GOG Svendborg

Bakspælarar:
Óli Mittún, H71
Búi Djurhuus Poulsen, StÍF
Rókur Ziskason, H71
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Høgni Højsted, H71
Høgni Heinason, H71

Málverjavenjari er Ári Egason, fysioterapeut Durita Rouch og liðleiðari Rani Ellingsgaard.

Kappingin verður hildin í Podgorica í Montenegro í tíðarskeiðnum 4. – 14. august.

Føroyar eru í bólki saman við Spania, Fraklandi og Svøríki. Ilt at meta um styrkina hjá móttstøðuliðunum, tí hetta er fyrsta altjóða kappingin hjá hesum árganginum, sum ikki kundi spæla kappingar í fjør vegna korona. Tó er talan um hondbóltstjóðir, sum altíð eru við í toppinum, so talan er helst um ein sera sterkan bólk.

Leiksskráin fyri bólkaspælið sær soleiðis út:
Hósdagin 4. august Svøríki – Føroyar
Fríggjdagin 5. august Føroyar – Spania
Sunnudaign 7. august Frakland – Føroyar.

Les meira um kappingina her:
M18 EHF EURO 2022 Montenegro (eurohandball.com)

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro. Málverjar:Aleksandar Lacok, NeistinTorstein Sivertsen, H71 Vinstri vengur:Rói Seyer Hjaltalin, H71John Skaalum Vilhelm, H71Tróndur Johnsson, VÍF Høgri vengur:Óla Jákup Gaard Olsen, VÍFNiklas Gaard, Neistin Strikur:Ísak Vedelsbøl, NeistinRói Thomsen, H71Marcus Bramsen, GOG Svendborg Bakspælarar:Óli Mittún, H71Búi Djurhuus Poulsen, StÍFRókur Ziskason, H71Trúgvi […]

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.