U18-menn: Eru nú í topp 10 í Europa

Føroysku U18-mennirnir vunnu ein flottan og greiðan sigur á vertunum úr Montenegro í EM-endaspælinum. Úrslitið gjørdis 30-24, eftir hálvleiksstøðuna 15-10 til Føroyar.

Sigurin var grundlagdur fyrstu 40 minuttirnar av dystinum við støðuni 20-13, hareftir leiðslan tódnaði niður í trý mál, áðrenn okkara aftur øktu seinastu seinastu 6 minuttirnar.

Føroyska liðið byrjaða væl. Tað var serliga verjan saman við Sasha Lacok í málinum, sum stóð stinn fyrstu løtuna og vóru okkara frammanfyri 2-0 eftir 5 minuttir. Okkara mistu fleiri bóltar í álopinum og brendu eisini og loyvdi hetta Montenegro inn í dystin, og var støðan 5-5 eftir 10 minuttir. Liðini fylgdust næstu 10 minuttirnar, men settu okkara ferð á seinastu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki og fóru til hálvleiks frammanfyri 15-10. Føroyar fingu tríggjar ferðir tveir minuttir útvísing hesa løtuna, men megnaðu okkara at halda tørn við m.a. framúr bjargingum frá Sasha, sum stóð 50% bjargingum í fyrra hálvleiki. Óli Mittún var aftur eyðsýndur í álopinum. Tá hann ikki sjálvur skjeyt málinum, trekti hann hvørja ferð tveir mans til sín og spældi síðani hinar fríar. Hetta gjørdi m.a. Ísak Vedelsbøl sær dælt av á strikuni, og fekk hann 4 góð mál í fyrra hálvleiki, umframt at hann bardist sum ein úlvur í verjuni.

Fyrstu 10 minuttirnir av seinna hálvleiki, løgdu lunnar undir sigurin. Verjan stóð sera væl hesa løtuna og var stóri munurin á liðunum, at Montenegro skuldi arbeiða hart hvørt einasta álop fyri at koma til góðar málmøguleikar. Í álopinum spældu Føroyar gott og tolið 7 móti 6 spæl, og vunnu okkara seg fram um 20-13 eftir 40 minuttir. Um miðjan hálvleik fekk Føroyar tvær ferðir tveir minuttir útvísing, og var hetta saman við brendum skotum í álopinum við til at loyva Montenegro innaftur í dystin. Fjáltur var eina løtu í føroyska álopinum, tá bæði Óli og Rókur vóru mansvardir og tiknir heilt burturúr spælinum. Hetta loystu venjararnir tó við 7 móti 6 spæli og tvingaði hetta Montenegro aftur at verja. Leiðslan var minkað niður í trý mál og áðrenn okkara strammaðu í og øktu til 6 seinastu løtuna.

Talan var um eitt gott liðavrik í dag, men vóru serliga eyðsýndir málverjin Aleksandar “Sasha” Lacok, Óli Mittún í føroyska álopinum, og stríðsmaðurin Ísak Vedelsbøl í verjuni og strikuni. Aleksandar “Sasha” Lacok, sum stóð ein framúr dyst við 40 í bjargingarprosenti, var valdur til dagsins leikara.

Føroyar hava nú vunnið seg í topp 10 í EM-endaspælinum og skulu okkara spæla móti grannatjóðini Íslandi um 9. pláss í kappingini í morgin kl. 16.30. Dysturin kann stroymast á ehftv.com. Tað er vert at býta merki við, at bæði liðini, sum Føroyar var saman við í innleiðandi bólkinum, nevnliga Svøríki og Spania, eru komin í finaluna.

Dystargongdin:
5 min 2-0
10 min 5-5
15 min 7-6
20 min 9-7
25 min 11-7
30 min 15-10
35 min 18-12
40 min 20-13
45 min 21-15
50 min 24-20
55 min 26-22
60 min 30-24

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 12
Niklas Gaard 7
Ísak Vedelsbøl 6
Marcus Bramsen 3
Rói Hjaltason 1
Trúgvi Hávardsson 1

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

20. september 2022

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.