U18-menn eru nummar 9 í Europa

Føroyar eru nummar níggju í Evropa í U18-manshondbólti. Tað er greitt eftir ein flotta 29-27 sigurin á grannunum úr Íslandi í U18 EM-endaspælinum í Montenegro.

Íslendingar royndu at mansverja Óla Mittún frá fyrsta minutti, og íslendingar komu best frá byrjan og løgdu seg framum 3-0. Okkara menn stríddu seg innaftur í dystin, og løtu seinni var javnleikur 4-4. Íslendingar løgdu seg á odda 8-6, men løtu seinni høvdu okkara menn vent tað til eina 9-8 leiðslu. Eftir hetta skoraðu íslendingar fimm mál á rað uttan, at okkara menn svaraðu aftur, og so var støðan 13-9 til Ísland. Tað eydnaðist tó at minka um munin undan hálvleikinum, so støðan var 15-13 til Ísland.

Tíðliga í seinna hálvleiki eydnaðist tað at venda einari 17-14 leiðslu til Ísland til eina 18-17 leiðslu til Føroyar. Íslendingar javnaðu til 18-18, men eftir tað høvdu Føroyar leiðsluna. Móti dystarenda vóru Føroyar á odda 28-24, men íslendingar stríddust til tað seinasta, og íslendingar komu heilt upp á 27-28, áðreen Óli MIttún sendi bóltin í netið til úrslitið 29-27.

Aleksandar Lacok stóð aftur framúr í málinum, serliga í seinna hálvleiki. Rókur Ziskason gjørdi tað framúr við at skjóta sjey mál í dag, og hann var eisini valdur at vera tann besti føroyski leikarin.

Óli Mittún skoraði 11 mál í dag, og hann endar ovast á toppskoraralistanum við heili 80 málum.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 11, Rókur Ziskason 7, Ísak Vedelsbøl 3, Niklas Gaard 3, Búi Poulsen 2, Rói Hjaltason 1, Høgni Heinason 1, Marcus Bramsen 1.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.