U18-menn í hálvfinaluni

Føroysku U18-menninir eru í hálvfinaluni í Sparkassen Cup eftir sigrar móti Hollandi og HV Saarland í dag.

Føroysku U18-menninir reistu seg aftur í dag og vunnu 26-20 móti Hollandi, eftir ósigurin móti Hvítarusslandi í gjár. Hálvleiksstøðn var 14-12 til okkara. Meira ferð var á spælinum hjá føroyska liðnum í dag og verjan stóð betri saman við málverjanum Brandi Silvurstein. Í álopinum vóru serliga eyðsýndir Elias á Skipagøtu, Hákun West av Teigum, Viktor Gaini og Baldur Gillason, sum stóðu fyri flestu málunum.

Í seinna dystinum sigraðu okkara móti vertunum HV Saar (Handball Verbund Saarland). Dysturin móti HV Saarland endaði 34-25 til okkara og skulu okkara sostatt spæla hálvfinalu móti Týsklandi í morgin. Týskland tykist sera sterkt og hevur vunnið hin bólkin sera sannførandi.

Hálvfinalan millum Føroyar og Týskland verður í morgin kl. 13.00 og kann stroymast her:
https://handball-deutschland.tv/handball/sparkassen-cup-2019-finalspiele

Venjingarætlan

3. apríl 2020

Heri Ziska, kropsligur venjari hjá HSF, og Mark Marcher, ítróttarsamskipari, hava gjørt tvær nýggjar venjingarætlanir at taka niður hjá hondbóltsleikarum.

HSF og Magn hava longt sáttmálan

30. mars 2020

HSF og Magn, sum hevur verið ein av trúgvu stórstuðlunum hjá HSF seinastu árini, hava longt samstarvssáttmálan í tvey ár.

Sjálvstøðug venjing

13. mars 2020

Haldið venjingina við líka!