U18-menn í torføran bólk

Føroysku U18-menninir fingu eitt torført lutakast til EM-endaspælið. Føroyar komu í bólk saman við Spania, Svøríki og Fraklandi.

Tað er torført at meta um bólkarnar, tá hetta er fyrsta veruliga altjóða kapping hjá hesum aldursbólkinum, men talan er tó um tjóðir, sum vanliga gera seg galdandi í topp-4 til EM- og HM-endaspøl. Føroyska liðið hevur spælt tveir altjóða dystir, hesir vóru móti Noreg 4. – og 6. november 2021 og vann Føroyar hesar ávikavist 28-25 og 32-29.

Bólkarnir:
Bólkur A: Týskland, Ísland, Ungarn, Pólland
Bólkur B: Kroatia, Portugal, Italia, Montenegro
Bólkur C: Slovenia, Danmark, Noreg, Serbia
Bólkur D: Spania, Svøríki, Frakland, Føroyar

Kappingin verður leikt í Podgorica í Montenegro, dagarnar 4. – 14. august.

Les alt um bólkarnar og kappingina her:
M18 EHF EURO 2022 (eurohandball.com)

Atgongumerki til Norðurmakedonia – Føroyar

26. mars 2024

Stórur áhugi er fyri útidystinum hjá manslandsliðnum í HM-undankappingini móti Norðurmakedonia sunnudagin tann 12. mai í Skopje.

U-landsliðini saman á páskum

25. mars 2024

Nú í páskavikuni savnast fleiri av okkara yngri landsliðum til venjingar. U08-kvinnur, U06-kvinnur og U06-menn eru saman og fyrireika seg til sínar ymsu uppgávur í summar.

Niðurlond, Føroyar, Ukraina og Kosovo

21. mars 2024

A-landsliðið hjá monnum kom í bólk 6 saman við Niðurlondum, Ukraina og Kosovo til EM-undankappingina til Euro 2026.