U18-menn: Óhugnaliga sterkir spaniólar

Føroysku U18-mennirnir møttu einum óhugnaligum sterkum sponskum liði í dag. Spania vann dystin í dag 35-25, eftir hálvleiksstøðuna 18-9.

Hóast okkara løgdu seg á odda tíðliga í dystinum 3-1, so lótu spaniólar ongan iva vera um, at teir eru ein av stóru favorittunum til europameistaraheitið, eftir at teir eisini vunnu stórsigur á Fraklandi í gjár.

Triðji dysturin í bólkaspælinum hjá Føroyum verður sunnudagin móti Fraklandi.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 7
Búi Poulsen 7
Niklas Gaard 3
Høgni Heinason 2
Ísak Vedelsbøl 2
Rókur Ziskason 2
Óla Jákup Olsen 1
Marcus Bramsen 1

U18-menn eru nummar 9 í Europa

14. august 2022

Føroyar eru nummar níggju í Evropa í U18-manshondbólti. Tað er greitt eftir ein flotta 29-27 sigurin á grannunum úr Íslandi í U18 EM-endaspælinum í Montenegro.

U18-menn: Eru nú í topp 10 í Europa

12. august 2022

Føroysku U18-mennirnir vunnu ein flottan og greiðan sigur á vertunum úr Montenegro í EM-endaspælinum. Úrslitið gjørdis 30-24, eftir hálvleiksstøðuna 15-10 til Føroyar.

Skeið í skaðafyribyrgjandi venjing

11. august 2022

Mikudagin og hósdagin 17. og 18. august verður skeið í skaðafyribyrgjandi venjing. Tað er Anja Greve, sum m.a. er fysioterapeut hjá danska manslandsliðnum, sum stendur fyri skeiðnum.