U18-menn: Tveir gevandi dystir móti Íslandi

Føroyar vunnu fyrra og spældu javnt í seinna dystinum móti Íslandi í vikuskiftinum í Hoyvíkshøllini.

Talan gjørdist um tveir góðar og gevandi dystir mótil Íslandi, sum liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið, sum verður í Montenegro 4. – 14. august, har Føroyar er í bólki við Svøríki, Spania og Fraklandi.

Fyrra dystin vunnu Føroyar rættiliga greitt 39-33. Hálvleiksstøðan var 21-16 til Føroyar. Tað var um miðjan fyrra hálvleik at Føroyar fóru frá Íslandi, og var munurin fyri tað mesta millum 4 og 7 mál restina av dystinum. Í føroyska álopinum var spælskiparin Óli Mittún dominerandi og megnaðu íslendingar ongantíð at steðga fótfima hoyvíksinginum, sum skeyt 12 mál í fyrra dystinum.

Málskjúttar Føroyar – Ísland leygardagin 23. juli:
Óli Mittún 12
Rókur Ziskason 7
Ísak Vedelsbøl 5
Tróndur Jónsson 4
Óla Jákup Gaard Olsen 2
Niklas Gaard 2
Trygvi Hávardsson 2
Aleksandar Lacok 1
Rói Seyer Hjaltason 1
Høgni Heinason 1
Høgni Vang Højsted 1
Marcus Bramsen 1

Seinni dysturin gjørdist tættari. Úrslitið var javnleikur 29-29, eftir hálvleiksstøðuna 14-14.

Tað vóru annars Føroyar, sum vóru omaná fyrstu 40 minuttirnar av dystinum við 1-2 málum. Tað einu løtuna í seinna hálvleiki vóru heldur nógvir kjansir brendir og var tað nú Ísland, sum tók yvir og var omaná seinasta 20 minuttirnar við 2-3 málum. Okkara hálaðu tó inn seinastu løtuna og javnaði Óli Mittún í allarseinasta sekundi til 29-29. Óli skeyt heili 16 mál í dystinum.

Tað var hugaligt, at síggja so nógvar áskoðarar til dystin í Hoyvíkshøllini, høllin var so at siga full.

Alt í alt tveir sera gevandi dystir móti Íslandi í fyrireikingunum til EM, sum byrjar 4. august.

Málskjúttar Føroyar – Ísland sunnudagin 24. juli
Óli Mittún 16
Ísak Vedelsbøl 6
Høgni Heinason 2
Trygvi Hávardsson 2
John Skaalum VIlhelm 2
Rói Seyer Hjaltason 1

Hesar 16 møta Svøríki og Íslandi

21. september 2023

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Svøríki og Íslandi, ávikavist tann 12. og 15. oktober.

Felags kós við Navigare

21. september 2023

Hondbóltssambandið og shippingfyritøkan Navigare hava longt verandi stuðulsavtalu fram til 2026.

Neistakvinnur og H71 út í Europa

20. september 2023

Komandi vikuskiftið skulu kvinnurnar hjá Neistanum og H71 spæla European Cup dystir. Bæði feløgini spæla dystirnar á útivølli.