U18-menn vunnu eisini seinna dystin móti Noreg

Føroysku U18-menninir vunnu eisini seinna dystin móti Noregi. Úrslitið var 32-29, eftir 17-15 í hálvleikinum.

Føroyar staðfesti í kvøld, at teir í løtuni eru stinnari enn norsku U18-menninir. Við Óla Mittún á odda í føroyska álopinum og Ísak Vedelsbøl í verjupartinum, vóru Føroyar frammanfyri so at siga allan dystin við millum einum og fýra málum. Noreg bardi seg uppá javnt nakrar ferðir, men vóru teir ongantíð frammanfyri í dystinum.

Føroyar vann seg fram um beinanvegin í dystinum við nøkrum málum, men megnaðu aldrin rættiliga at rysta norðmenn av sær. Óli Mittún var ein støðug hóttan í álopinum, bæði við sínum sterka gjøgnumbrotsspælið, skotum og málgevandi avleveringum. Á vinstra vongi  var Sofus í Selvindi eyðsýndur og fekk fleiri góð mál í fyrra hálvleiki. Í málinum hjá Føroyum var Aleksandar Lacok sera vælleikandi allan dystin og gjørdi tað trupult hjá norskum skjúttunum. Leivur Joensen stóð í 20 minuttir í føroyska málinum og hevði eisini fleiri bjargingar. Í verjupartinum stóð Ísak Vedelsbøl sum ein klettur og fekk hann eisini fleiri góð mál í álopinum. Føroyska liðið fekk skift væl út og fingu roynt breiddina á liðnum við stórum hepni.

Føroyar helt seg frammanfyri í seinna hálvleiki, men bleiv dysturin spennandi, tá 5 minuttir restaðu, tá Noreg vann seg uppá javnt. Føroyar megnaði tó at standa móti trýstinum og avgjørdu Óli Mittún og Aleksandar Lacok dystin seinastu løtuna.

Við hesum báðum dystunum móti Noreg, hava føroysku U18-menninir fingið tveir frálíkar venjingardystir í fyrireikingunum til EM í august 2022.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Óli Mittún 14
Rókur Ziskason 5
Ísak Vedelsbøl 4
Sofus í Selvindi 4
Óla Jákup Gaard Olsen 3
Rói Hjaltalin Sejer 1
Tóki Fríðriksson 1

Dystargongin:
5 min. 3-2
10 min 6-3
15 min 8-5
20 min 10-7
25 min 14-11
30 min 17-15
35 min 19-16
40 min 22-18
45 min 23-20
50 min 26-24
55 min  27-25
60 min 32-29

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

14. juni 2022

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.