U18 og U20 til stórar kappingar

Ungdómslandsliðini hjá monnum skulu taka lut í spennandi EM-kappingum komandi summar. Dreingirnir, sum í juli vunnu European Open, hava møguleika at spæla seg í eitt endaspæl.

Mánadagin var lutakast í Wien til EM-kappingina hjá U18 og U20 við monnum. Bæði landsliðini fáa eina trupla-, men ikki eina ómøguliga uppgávu.

Avbjóðingin er stór
Kravið er at vinna kappingina, um U18 landsliðið skal gera sær nakrar vónir um eitt beinleiðis atgongumerki í eitt endaspæl. Við at vinna undankappingina fylgir beinleiðis atgongd til HM-endaspælið fyri U19 landslið í 2021 og EM-endaspælið fyri U20 landslið í 2022. Nummar tvey og trý skulu spæla eina millumrundu fyri at vinna seg í endaspælið. Væntast kann, at serliga Hvítarussland og Kekkia verða trupul lond at knúgva.

U20 landsliðið fær ikki eina minni trupla uppgávu, tá teir millum annað skulu hitta Pólland í bólkaspælinum. Enn er tó ikki váttað, hvør gularótin hjá vinnaranum av kappingini fyri U20 landslið verður, men líkt er til, at tað verður beinleiðis atgongd til HM-endaspælið fyri U21 landslið í 2021.

Lutakastið:

EHF Championships – U18 menn
Bulgaria, 17-23 august 2020
Bólkur A: Kekkia, Føroyar, Bulgaria, Stórabretland
Bólkur B: Hvítarussland, Slovakia, Finnland, Litava

EHF Championships – U20 menn
Bosnia, 3-12 juli 2020
Bólkur A: Pólland, Føroyar, Slovakia, Finnland, Bosnia,
Bólkur B: Kekkia, Holland, Montenegro, Estland, Grikkaland

 

 

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.