U19-kvinnur: Javnleikur móti vertunum

Føroysku U19-kvinnurnar bardu seg til ein javnleik móti vertunum úr Norðurmakedonia í dag. Úrslitið av dystinum gjørdist 24-24, eftir hálvleiksstøðuna 14-13 til vertirnar.

Hóast dysturin eisini kundi koppa til okkara seinastu minuttirnar, so kunnu føroysku kvinnurnar helst vera nøgdar við javnleikin. Okkara vóru aftanfyri við 1-3 málum í 56 minuttir av dystinum, áðrenn tær enduliga komu uppá javnt.

Føroyska liðið hevði eina heldur trilvandi byrjan. Norðurmakedonska liðið hevði lisið uppá og lá langt frammi í Janu Mittún, sum var dagsins leikari hjá Føroyum í dystinum í gjár móti Kosovo. Ágangandi 5-1 verjan hjá Norðurmakedonia ørkymlaði álopsspælið fyrstu løtuna av dystinum. Hóast hetta, so hingu okkara í, og vóru Jana Mittún, Natasja Hammer og Vár Zachariassen berandi í føroyska álopsspælinum. Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 13-14.

Norðurmakedonska liðið kom sum heild heldur lætt til málini tað mesta av dystinum og var tískil torført hjá okkara at hála innaftur 2-3 máls leiðsluna, sum vertirnir høvdu bygt sær í byrjanini av dystinum. Støðan gjørdist ikki lættari í minutti 46, tá týdningarmikli miðverjin, Vár Bentsdóttir Zachariasen, fekk sína triðju útvísing og harvið reytt kort.

Avgerandi løtan var í minutti 56, tá føroyski málverjin Rakul Wardum av álvara fekk fatur. Í einum og sama minutti tók hon tvey brotskøst og ein fríleypara. Okkara skoraðu í hinum endanum og brádliga var støðan 24-23 til Føroyar. Norðurmakedonia fekk tó eitt mál aftur í næstseinasta minutti og fleiri mál komu ikki í dystinum. Ein dystur har okkara aldrin góvu upp og bardu seg til eitt stig, sum kann koma at hava týdning, tá stigatalvan fyri bólkaspælið seinni skal gerast upp.

Í hinum dystinum í bólkinum í dag vann Kosovo 30-28 á Bosnia Hersegovina.

Føroyar møta Bosnia Hersegovina mikudagin kl. 17.00. Dysturin kann stroymast á ehftv.com.

Besti føroyski leikari í dystinum var kosin Lív Bentsdóttir Zachariasen.

Úrslit og støður síggjast her:
https://www.eurohandball.com/en/competitions/national-team-competitions/women/w19-ehf-championship-2021/lQGMLmk6t1rshhepJd5MLg/mkd-women-s-19-ehf-championship/

Dystargongdin:
10 min. 3-5
15 min. 6-8
20 min. 8-11
25 min. 10-12
30 min. 13-14
35 min. 14-17
40 min. 16-17
45 min. 17-19
50 min. 20-21
55 min. 22-23
56 min. 23-23
58 min. 24-23
59 min. 24-24
60 min. 24-24

Málskjúttar hjá Føroyum:
Brynhild Pálsdóttir 5
Lív Bentsdóttir Zachariasen 4
Natasja Hammer 3
Rannvá Olsen 3
Jana Mittún 2
Vár Bentsdóttir Zachariassen 2
Sára Jacobsen 2
Frida Holm Jacobsen 1
Elsa Egholm 1
Lea Símunardóttir Lisberg 1

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

14. juni 2022

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.