U19-kvinnur: Tepurt tap fyri Póllandi

Føroysku U19-kvinnurnar taptu hálvfinaluna í Euro Championship kappingini í dag. Úrslitið var eitt tepurt 24-21 tap fyri Póllandi.

Talan var um ein dyst, har tað ongantíð veruliga kom glið á føroyska álopsspælið. Póllendingar høvdu lisið uppá til dystin, og  vitandi at styrkin hjá føroyska liðnum er gjøgnumbrotsspælið, stóð liðið hjá teimum væl í einari defensivari 6-0 verju.

Føroyska liðið byrjaði trilvandi og vóru heldur nógvar tekniskar villur og brend skot. Verjan og málverjin stóðu, enn sum áður væl og var tað meira í álopinum at tað haltaði. Føroyska liðið var, hóast hetta, væl við í dystinum og fóru liðini til hálvleiks við støðuni 10-10.

Føroyska liðið megnaði eisini at hanga í seinna hálvleiki, men mistu okkara dystin seinatu 15 minuttirnar, tá Póllandi dróg frá við nøkrum málum. Føroyska liðið royndi at hála innaftur, men aftur vóru aftur heldur nógv brend skot og villur.

Holland vann hina hálvfinaluna móti Hvítarusslandi, 25-22, og møta Føroyar sostatt Hvítarusslandi í dystinum um triðja plássið í morgin, sunnudagin kl. 14.30. Dysturin kann stroymast á ehftv.com.

Besti føroyski leikari í dystinum var kosin Rannvá Olsen.

Úrslit og støður síggjast her:
https://www.eurohandball.com/en/competitions/national-team-competitions/women/w19-ehf-championship-2021/lQGMLmk6t1rshhepJd5MLg/mkd-women-s-19-ehf-championship/

Dystargongdin:
5 min 1-1
10 min. 5-3
15 min. 5-5
20 min. 7-8
25 min. 9-9
30 min. 10-10
35 min. 10-12
40 min. 13-13
45 min. 14-15
50 min. 14-18
55 min. 16-20
60 min. 21-24

Málskjúttar hjá Føroyum:
Rannvá Olsen 5
Jana Mittún 5
Lív Bentsdóttir Zachariassen 4
Brynhild Pálsdóttir 3
Lea Símunardóttir Lisberg 2
Natasja Hammer 1
Petra Andrea Larsen 1

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.