U19-menn: Drúgvari føroyingar

U19-landsliðið hjá monnum vann ein frálíkan 31-28 sigur á Kekkia í dag, eftir at okkara vóru aftanfyri miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Talan var um finaluna í bólkinum, har bæði liðini høvdu hølvað Bulgaria av við 15 málum undan dystinum. Dysturin kom at avgera, hvat lið skuldi møta hvørjum í hálvfinalunum.

Føroyska liðið byrjaði dystin sera væl og legði seg á odda 3-0 eftir 5 minuttir. Verjan og málverjin stóðu sera væl og komu okkara til góðar málmøguleikar í álopinum. Eftir 5 minuttir fingu Føroyar eina útvísing og komu kekkar spakuliga inn í dystin. Pauli Mittún var sera farligur og vælleikandi á vinstra bakki og saman við Eliasi á Skipagøtu, fingu teir liðið, at spæla heilt upp til sítt besta fyrstu 15 minuttirnar, tá Føroyar var á odda 12-7. Føroyar fingu eina útvísing eftir 15 minuttir og fóru okkara at brenna illa hesa løtuna, málverjin hjá kekkum var eisini kosin til dagsins leikara. Kekkia otaði seg nærri og nærri og var rættur málturkur ta eini løtuna, har okkara ikki skoraðu í 8 minuttir. Tað var eisini ein smeitur fyri føroyska liðið, tá stinni vongurin, Hákun West av Teigum, mátti bløðandi av vøllinum við einari sprungu í pannuni, eftir at hann var óheppin í verjustøðu. Liðini fóru til hálvleiks ájavnt 15-15.

Føroyar fingu ikki rættiliga fatur í verjuni fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, og kom Kekkia fyri fyrstu ferð framum 19-18 eftir 35 minuttir, og vóru teir frammanfyri við tveimum ta eini løtuni. Okkara hildu tó høvdi kalt, verjan byrjaði at fáa fatur aftur og málverjin Pauli Jacobsen kom veruliga ígongd um miðjan hálvleik. Ferð eftir ferð vísti hann stórspæl við flottum stórbjargingum. Í hinum endanum vísti Elias Ellefsen á Skipagøtu seg ferð eftir ferð sum úrmæling og hálaði føroyska liðið fram um aftur við fleiri góðum málum. Føroyska liðið bara økti um leiðsluna og snúði seinasta løtan um at koyra sigurin heim.

Ein góður dystur hjá føroyska liðnum, har teir megnaðu at hála seg uppaftur, eftir eina lakari løtu. Pauli Mittún spældi ein góðan dyst bæði í verju og álopi, har hann var farligur, Sveinur Olafsson var sum altíð sera drúgvur í verjuspælinum og vísti Elias Ellefsen á Skipagøtu aftur sínar dygdir og leiddi liðið í álopinum og var eisini toppskjútt við heili 13 málum.

Dagsins leikarin fyri Føroyar var kosin málverjin, Pauli Jacobsen. Pauli byrjaði dystin sera væl fyrstu 15 minuttirnar, men fall í støði eina løtu. Miðskeiðis í seinna hálvleiki tók hann veruliga fatur aftur við stórbjarging eftir stórbjargin og nærum stongdi málið.

Føroyska skal nú møta Slovakia í hálvfinaluni, meðan Kekkia og Hvítarussland møtast í hinari. Føroyar og Slovakia spæla leygardagin kl. 15.00. Kekkia og Slovakia spældu javnleik 29-29 sínamillum í dag.

Úrslit og støður í kappingini síggjast her:
http://varna2021ehf.com/
ella her.
M19 EHF Championship 2021 (eurohandball.com)

Dystargongdin:
Føroyar – Kekkia
5 min. 3-0
10 min. 7-4
15 min. 12-7
20 min. 13-10
25 min. 13-12
30 min. 15-15
35 min. 18-19
40 min. 20-21
45 min. 24-22
50 min. 26-23
55 min. 29-24
60 min. 31-28

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 13 (3)
Pauli Mittún 5
Janus Dam Djurhuus 4
Óli Mittún 3
Viktor Nørlyng Gaini 3
Bogi Hansen 2
Baldur Gillason 1

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.