U19-menn: Greitt tap fyri Svøríki

Føroysku U19-mennirnir taptu greitt fyri Svøríki í dag í Scandinavian Open. Úrslitið var 31-21, eftir 17-10 í hálvleikinum.

Scandinavian Open er fyrst og fremst ein fyrireikingarkapping til evropeisku kappingarnar seinni í august og tískil ein kapping, har dystirnir í prinsippinum eru venjingardystir.

Føroysku venjararnir spardu fleiri av profilunum í dag og góvu pláss til nakrar leikarar, sum ikki fingið so nógvar minuttir í beinini í gjár móti Norra. Toppskjúttarnir í gjár, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum, sum báðir skutu 10 mál í gjár, vóru ikki á vøllinum.

Føroyska liðið kom skjótt afturum í dystinum og økti sviar leypandi um leiðsluna í leypi av dystinum. Føroyingarnir fingu roynt fleiri leikarar og roynt ymsar uppstillingar og er hetta hugsa sum fyrireiking til avgerandi EM-dystirnar seinni í august.
Føroyska liðið møtir Danmark í morgin kl. 09.00.
Dagsins leikari var kosin Óli Mittún.

Dystargongdin:
Svøríki – Føroyar

5 min 2-1
10 min 6-3
15 mi. 8-6
20 min 11-7
25 min 12-8
30 min 17-10
35 min 18-10
40 min 20-12
45 min 23-13
50 min 26-17
55 min 29-19
60 min 31-21

Málskjúttar:
Bjarni í Selvindi 6
Sveinur Olafsson 4
Óli Mittún 3
Pauli Høj 3
Bogi Hansen 2
Viktor Nørlyng Gaini 1
Ragnar Karlsson 1
Baldur Gillason 1

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

20. september 2022

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.