U19-menn: Tryggur sigur á Noreg

Føroysku U19-mennirnir prógvaðu aftur í dag, at teir eru betri enn Noreg. Føroyar vunnu greitt 34-27, eftir hálvleiksstøðuna 16-13.

Somu lið hittust fyri tveimum árum síðani í European Open, og tá vann Føroyar eisini trygt, 32-22. Tá vóru norðmenn helst ikki ávaraðir, men í dag lat føroyska liðið lat heldur ongar iva verða. Okkara vundu burturúr norðmonnum og vunnu ein tryggan sigur.

Liðini fylgdust fyrstu løtuna, har føroyska verja lat norðmenn koma heldur lætt til skotini. Verjan ernaðist tó, og legði føroyska liðið seg fram um við nøkrum málum um miðjan fyrra hálvleik. Serliga eyðsýndir vóru Elias á Skipagøtu og Hákun West av Teigum, sum skoraðu nærum hvørja ferð teir fingu møguleikan. Hjá føroyska liðnum kom 16-ára Óli Mittún á vøllin í fyrra hálvleiki í sínum fyrsta landsdysti. Hann var beinanvegin vandamikil og gav norsku verjuni mikið høvuðbrýggj. Um skotini ikki fóru inn, so dróg hann fleiri útvísingar og fekk fleiri brotskøst. Føroyska liðið dróg spakuliga frá og fór til hálvleiks framman fyri 14-10. Hetta hóast heldur nógv skot vóru brend og ein dubult útvísing sum fall beint fyri steðgin.

Tað var í fyrru helvt av seinna hálvleiki at dysturin var avgjørdur, tá Føroyar kom uppá 24-17 eftir 40 minuttir. Føroyska liðið framdi nógvar útskiftingar eftir hetta fyri at fáa allar mans í spæl og skapti hetta eitt sindur av órógv í løtum, men helt leiðslan sær restina av dystinum og vunnu føroyingar trygt við 7 málum. Aleksandar Lacok kom á vøllin fyri fyrstu ferð og hevði málverjin eisini fleiri bjargingar við dystarlok. Somuleiðis fekk Ári Rúnason sín fyrsta landsdyst fyri Føroyar og skeyt eitt flott mál.

Á føroyska liðnum var Elias á Skipagøtu skipari í álopinum og gjørdi hann hetta framúr í dag, bæði við egnum skotum og uppspæli til sínar viðspælarar. Elias skjeyt 10 mál og var eisini kosin dagsins leikari í harðari kapping við Hákun West av Teigum, sum eisini skeyt 10 mál og uttan at brenna nakað skot. Í málinum var stóð Pauli Jacobsen eisini sera væl, aftanfyri Victor Gaini og Svein Olafsson, sum gjørdu sítt verjuni.

Føroyska liðið spælir móti Svøríki í morgin kl. 17.00 og kann dysturin stroymast á live.hsf.fo. Dysturin er tó geoblokkaður og kann tí bert síggjast, um ein býr í Føroyum. Dystirnir eru við svenskum frásøgufólkum.

Dystargongdin:
Føroyar – Noreg
5 min. 3-2
10 min. 5-6
15 min. 7-6
20 min. 11-8
25 min. 14-10
30 min. 16-13
35 min. 19-15
40 min. 24-17
45 min. 26-19
50 min. 28-21
55 min. 32-23
60 min. 34-27

Málskjúttar hjá Føroyum:
Hákun West av Teigum 10
Elias Ellefsen á Skipagøtu 10 (3)
Viktor Nørlyng Gaini 4
Sveinur Olafsson 2
Pauli Mittún 2
Baldur Gillason 2
Janus Dam Djurhuus 1
Bogi Hansen 1
Óli Mittún 1
Ári Rúnason 1

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

20. september 2022

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.