U19 til EM-kapping í Litava

U19-landsliðið við kvinnum fór í dag av landinum við kós móti býnum Klaipeda í Litava, sum er vertur fyri EM-undankapping.

Føroyar eru í bólki við Kekkia, Turkalandi og Kosovo. Fyrsti dystur er mánadagin klokkan 11.

Tær, ið manna føroyska landsliðið, eru í stóran mun lyklaleikarar í teimum ymsu feløgunum kring landið, umframt at ein spælir uttanlands.

Hópurin:
Alda av Skarði, Kyndil
Karin Skylv Midjord, Kyndil
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Beinta Lindbert Hansen, Kyndil
Sólja Bárðadóttir Poulsen, Kyndil
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Herning-Ikast
Ingunn Kristina Persson, Neistin
Sólbjørt Høj, Neistin
Hjørdis Viðstein, Neistin
Karina Berg Høgnesen, STÍF
Birita Ryan, Stjørnan
Eva Barba Arge, H71
Marita Mortensen, H71
Karina Eysturtún Rubeksen, H71
Sunniva Bogadóttir, H71
Maria Halsdóttir Weyhe, H71

 

Danmark, Sveis, Kroatia og FØROYAR

18. apríl 2024

Basel í Sveis verður heimstaðurin hjá føroyingum til EM-endaspælið hjá kvinnum í november/desember. Føroyar komu í bólk D saman við grannum okkara úr Danmark, vertunum Sveis og Kroatia.

EM lutakast hósdagin

17. apríl 2024

Í morgin, hósdagin kl. 17.00, føroyska tíð, verður lutakastið til EM-endaspælið hjá kvinnum. Tá verður eisini greitt, hvørt Føroyar skulu spæla í Basel, Innsbruck ella Debrecen.

Nýggj dystar- og úrslitasíða

16. apríl 2024

HSF hevur í dag hevur fingið nýggja dystar- og úrslitasíðu, sum sæst undir “Kappingar” á heimasíðu okkara.