U20-kvinnurnar skulu dystast um HM-pláss

Lutakast til Women´s U20 World Championship – Qualification Europe 2018, verður mikudagin 22. november.

Frakland, Russland, Danmark og Ungarn hava longu spælt seg í kappingina, og nú skulu 26 lond kappast um tey síðstu níggju plássini, harímillum Føroyar.

Tað verða sjey bólkar við tveimum liðum og tveir bólkar við trimum liðum. Í bólki eitt og tvey koma tvey lið víðari, meðan eitt lið kemur víðari í hinum fimm bólkunum. Liðini eru styrkismett í trimum stigum. Tólv lond í rað 1., níggju lond í rað 2. og fimm lond í rað 3.

Vit kunnu fáa eitt sera torført lutakast, og vit kunnu fáa eitt meira spennandi luttakast.

Rað 1
Týskland, Holland, Noreg, Montenegro, Rumenia, Svøríki, Spania, Slovenia, Kroatia, Portugal, Serbia og Makedonia

Rað 2
Grikkaland, Pólland, Sveis, Eysturríki, Føroyar, Ísland, Slovakia, Turkaland og Ukraina.

Rað 3
Kekkia, Georgia, Litava, Bulgaria og Kosovo.

Lutakast verður samstundis um, hvar dystirnir verða spældir, sum skulu spælast 23. til 25. mars 2018. Tey londini, ið eru við, skulu hýsa øllum dystunum í hvørjum bólki.

Sjálvt HM-endaspælið verður í Ungarn dagarnar 1. til 15. juli næsta ár.

Nú byrjar Faxe Kondi kappingin

17. januar 2020

Hetta vikuskiftið byrjar Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum og monnum. Ungdómsliðini byrjaðu longu fyri jól og eru U18 finalistarnir longu funnir.

Føroya Tele stuðlar hondbóltinum

17. januar 2020

Hondbóltssambandið og Føroya Tele hava gjørt stuðulsavtalu og verður Føroya Tele nú ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF.

Fyrsti sigur í HM-undankapping

12. januar 2020

Føroyar hava í dag vunnið sín fyrst sigur í einari HM ella EM-undankapping. Dysturin móti Luksemborg endaði 24 – 22, eftir 11-10 í hálvleikinum Luksemborg – í Luksemborg.