U20 landsliðið úttikið

Í døgunum 20. juli til 27. juli tekur U20 landsliðið við monnum lut í EM-kapping, sum verður í Makedonia.

Føroyar eru í bólki við Hvítarusslandi, Grikkalandi, Litava, Finnlandi og Estlandi.

Venjararnir, Mark Lausen-Marcher og Hjalmar Klein Olsen, hava úttikið 16 leikarar.

Landsliðshópurin:
Hørður Trygvason, SG Flensburg-Handewitt
Aron Kallsberg Jacobsen, Team Klaksvík
Ólavur av Fløtum Mittún, Kyndil
Tróndur Wardum, Kyndil
Bartal Klein Olsen, Kyndil
Leivur Mortensen, H71
Vilhelm Poulsen, H71
Niklas Højgaard Hanusarson, H71
Bergur Ákason, H71
Petur Dahl, H71
Brandur Halgirsson, SG Flensburg-Handewitt
Agga í Garðastovu, VÍF
Hallur Arason, VÍF
Høgni Zachariassen, Neistin
Jónsvein Dulavík, Neistin
Djóni Jansson Petersen, STÍF

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

20. september 2022

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.