U20 menn: EM-liðið er úttikið

Venjararnir Julian Johansen og Mark Lausen-Marcher hava úttikið 18 leikarar til U20 EM-endaspælið í Portugal.

Málverjar:
Pauli Jacobsen, H71
Aleksandar Lacok, Neistin

Vinstri vengur:
Janus Dam Djurhuus, H71
Baldur Gillason, KÍF

Høgri vengur:
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus Håndbold
Hanus Árason, Neistin
Bogi Hansen, H71

Strikur:
Viktor Johan Nørlyng Gaini, GOG Svendborg
Sakir Tróndarson Frýdal, H71
Ísak Vedelsbøl, Neistin

Bakspælarar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Pauli Mittún, H71
Óli Mittún, H71
Sveinur Olafsson, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF
Ovi Lützen, Kyndil
Kristoffur Bjørgvin, Kyndil

Málverjavenjari er Jens á Skipagøtu, fysioterapeut er Ári Jógvansson Olsen og liðleiðari Leif Kristoffersen.

Kappingin verður hildin í Porto í Portugal í tíðarskeiðmum 7. – 17. juli og frættist at nógvir føroyingar ætla sær suðureftir at stuðla.

Føroyar eru í bólki saman við Slovenia, Danmark og Ungarn. Slovenia var hægst styrkismett í bólkinum og hava Føroyar ikki møtt teimum áður. Slovenia gjørdist nr. 4 til U19 EM í fjør (EM2021 átti at verið leikt í 2020, men var útsett vegna korona). Slovenska liðið átti tá topskjúttan í kappingini Mitja Janc, sum er yngri bróður kenda slovenska leikaran Blaz Janc, sum spælir í Barcelona.

Føroyar hava møtt Danmark einaferð. Tað var í august í 2021 í Scandinavian Open, tá Danmark vann við tveimum málum. Danmark gjørdist nr. 5 til EM2021, eitt pláss aftanfyri Slovenia.

Ungarn gjørdist nr. 9 til EM2021 og hava Føroyar møtt teimum einaferð áður í hesum árganginum. Tað var til European Open í 2019 og tá vann Føroyar 22-20.

Leiksskráin sær soleiðis út:
Hósdagin 7. juli Danmark – Føroyar
Fríggjdagin 8. juli Føroyar – Slovenia
Sunnudaign 10. juli Ungarn – Føroyar.

Les meira um kappingina her:
M20 EHF EURO 2022 Portugal (eurohandball.com)

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.

Stjóri settur í HSF

17. november 2022

Hans Jón Thomsen er settur sum stjóri í Hondbóltssambandi Føroya. Talan er um eitt nýtt starv, sum í sambandi við økta virksemi skal styrkja um umsiting og leiðslu í sambandinum.

Leikaramenning 2022-23

15. november 2022

Seinastu tvey vikuskiftini hava 250 gentur og dreingir verið til leikaramenngin hjá HSF. Talan eru um leikarar føddir í 2008, 2009 og 2010. Samlingarnar hava verið í Havn og Klaksvík.