U20-menn: HM-atgongumerkið er tryggjað

Spenningurin helt sær til seinastu løtuna, men dómarin hevur bríkslað av, er greitt, at Føroyar U20 menn eru millum 10 tey bestu liðini í Evropa og sleppa til HM2023.

Tað gjørdist greitt við 30-28 sigri móti Italia í kvøld. Føroyar vóru á odda meginpartin av dystinum og ofta við tveimum ella trimum málum, men italiumenn vildu ongantíð lata okkum sleppa.

Tá vit so eisini dúgliga brendu var trupult. Stóri spælarin hendan dystin var Hákun West av Teigum, sum av vonginum skoraði heili 11 mál upp á 12 skot.

Elias Ellefsen á Skipagøtu fekk ikki síni skot at sita í dag, men var avgerandi spælstýrarin hjá Føroyum kortini. Bert 17 ára gamli Óli Mittún vísti seg veruliga fram og við nógvu ferð síni skoraði hann seks mál.

Tað hevur við sær, at nú ein dystur restar í, hava okkara U20 menn tryggjað sær minst eitt tíggjunda pláss í kappingini. Hetta hevur eisini við sær luttøku til HM 2023 fyri U21 landslið umframt luttøku til EM í 2024 fyri komandi U20 landsliðið.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Hákun West av Teigum 11
Óli Mittún 6
Elias Ellefsen á Skipagøtu 4
Pauli Mittún 3
Rói Ellefsen á Skipagøtur 2
Viktor Gaini 2
Baldur Gilllason 1
Janus Dam Djurhuus 1

Hesar 16 møta Svøríki og Íslandi

21. september 2023

Landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Svøríki og Íslandi, ávikavist tann 12. og 15. oktober.

Felags kós við Navigare

21. september 2023

Hondbóltssambandið og shippingfyritøkan Navigare hava longt verandi stuðulsavtalu fram til 2026.

Neistakvinnur og H71 út í Europa

20. september 2023

Komandi vikuskiftið skulu kvinnurnar hjá Neistanum og H71 spæla European Cup dystir. Bæði feløgini spæla dystirnar á útivølli.