U20-menn: Hølvaðu Pólland av

Føroyingar høvdu gjørt sítt heimaarbeiðið og vunnu greitt 38-32 á Póllandi, eftir hálvleiksstøðuna 19-11 til okkara.

Føroyar byrjaðu trilvandi, gjørdu fleiri tekniskar villur og komu afturum 4-1 eftir fyrstu 5 minuttirnar. Føroyska liðið skifti hereftir yvir til 7 móti 6 og hepnaðist nú betri. Eftir 13 minuttir var Føroyar fyri fyrstu ferð á odda í dystinum. Óli Mittún var sera eyðsýndur í álopinum hesa løtuna. Verjan byrjaðu eisini um miðjan seinna hálvleik av álvara at fáa fatur saman við Paula Jacobsen í málinum, sum stóð sera væl. Verjan framprovokeraði fleiri polskar villur, sum eisini royndu seg 7 móti 6, tó uttan eydnu. Samstundis gekk væl í álopinum og fóru okkara til hálvleiks frammanfyri heili 19-11. Tað var serliga seinna helvt av fyrra hálvleiki, sum vann okkum dystin.

Føroyska liðið byrjaði seinna hálvleik við at brenna tveir stóran málmøguleikar og var verjuspælið ikki heilt so gott. Polakkar vunnu nøkur mál innaftur, áðrenn okkara náddu at svara aftur og lukka dystin. Polakkar royndu at koma heilt út at verja, men eydnaðist hetta als ikki, tá her var Óli Mittún heilt framúr at revsa. Pauli Mittún fekk sína triðju útvísing eftir 44 min, men nervaði hetta ikki stórvegis, tí dysturin var mestsum avgjørdur, tá støðan var 28-21.

Restina av dystinum fekk føroyska liðið spælt meira breitt og fingu fleiri leikarar roynt seg. Hjá fleiri hepnaðist væl. Eitt sindur av sløsi gjørdi at polakkar fingu minka um munin seinastu 5 minuttirnar, frá 10 málum niður í 6, men hevði hetta ongan týdning.

Eftir dystin var Óli Mittún kosin besti leikari hjá Føroyum, sum saman við Sveini Olafssyini var serliga eyðsýndur í dag.

Føroyar eru enn við í kappingini um 9. – 11. pláss, sum gevur beinleiðis atgongd til HM í 2023. Føroyar enda nummar tvey í millumrundunum og skulu møta nummar eitt í hinum bólkinum, sum verður Italia ella Ísland. Tann dysturin verður fríggjadagin.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Hákun West av Teigum 7
Óli Mittún 6
Sveinur Olafsson 6
Rói Ellefsen á Skipagøtu 4
Elias Ellefsen á Skipagøtu 4
Janus Dam Djurhuus 3
Bogi Hansen 2
Baldur Gillason 1
Sakir Tróndarson Frýdal 1
Viktor Gaini 1
Kristoffur Bjørgvin 1
Bjarni í Selvindi 1
Pauli Mittún 1

Dystargongdin:
5 min. 1-4
10 min. 5-6
15 min. 9-8
20 min. 11-8
25 min. 16-11
30 min. 19-11
35 min. 21-14
40 min. 24-17
45 min. 28-21
50 min. 31-23
55 min. 35-26
60 min. 38-32

Kemilux nýggjur stórstuðul hjá HSF

28. september 2023

Hondbóltssambandið og Kemilux hava í dag skrivað undir samstarvsavtalu, har Kemilux verður ein av stórstuðlunum hjá HSF í 2024 og 2025.

Intersport Night Cup 2023

26. september 2023

Nýtið heystfrítíðina aktivt! VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir. 

Neistin víðari og H71 úti

26. september 2023

Bæði H71-kvinnur og Neistakvinnur vunnu annan European Cup dyst í vikuskiftinum. Hjá H71 var hetta tó ikki nokk, tá tær taptu stórt í fyrra dystinum, meðan Neistin vann eftir brotskast kapping.