U20-menn í krútsterkan EM-bólk

Føroysku U20-menninir fingu eitt torført lutakast. Føroyar komu í bólk saman við Slovenia, Danmark og Ungarn.

Tá hesin sami aldursbólkurin spældi U18-EM, gjørdist Slovenia nummar 4, Danmark nummar 5 og Ungarn nr. 9. Út frá styrkismetingini til lutakastið var Slovenia veikasta liðið í potti 1, Danmark sterkasta liðið í potti 2 og Ungarn sterkasta liðið í potti 3. Hetta var sostatt eitt sera avbjóðandi lutakast. Nummar eitt og tvey í hvørjum bólki koma víðari til millumrunduna.

Bólkarnir:
Bólkur A: Spania, Portugal, Noreg, Pólland
Bólkur B: Slovenia, Danmark, Ungarn, Føroyar
Bólkur C: Kroatia, Svøríki, Frakland, Montenegro
Bólkur D: Týskland, Ísland, Italia, Serbia

Kappingin verður leikt í Porto í Portugal, dagarnir 7. – 17. juli.

Les alt um bólkarnar og kappingina her:
M20 EHF EURO 2022 (eurohandball.com)

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.