U20-menn: Ótrúlig byrjan uppá EM

Føroyar gjørdu tað ótrúliga og søguliga og vunnu fyrsta EM-endaspælsdystin. Dysturin móti Danmark endaði 33-32, eftir 15-15 í hálvleikinum.

Í dag var fyrsti dysturin hjá føroyska liðnum í Vila Nova de Gaia í Portugal. Mótsstøðuliðið var Danmark, sum í hondbólti verður Danmark roknað millum tey allar bestu. Men tað løgdu føroysku spælararnir vertin á. Eftir 15-15 í fyrra hálvleiki vunnu Føroyar 33-32.

Álopsspælið var alla tíðina hugflogsríkt og vandamikið. Fyrstu minuttirnar eftir steðgin var lítil kynkur í, Danmark legði seg framum við fýra málum, og tá sá tað út til, at donsku favorittarnir fóru at vinna trivaligan sigur.

Men so vísti Pauli Jacobsen heimsklassa í málinum, og tá ið Elias á Skipagøtu Ellefsen samstundis gav sínum spæli eina tonn eyka, so varð føroyska liðið lyft í hæddir, sum tað ikki eigur at vera møguleiki fyri, tá ið havt verður í huga, hvat fólkagrundarlagið er, tá ið sammett verður við eitt nú Danmark.

Seinna partin av seinna hálvleiki vóru Føroyar leingi frammanfyri við tveimum og einum máli. Pauli Jacobsen var fantastiskur í málinum, og Elias á Skipagøtu, Óli Mittún, Hákun West av Teigum og allir hinir vístu avrik, sum tað næstan ikki ber til at ímynda sær.

Danir royndu at mansverja Elias á Skipagøtu, og tað argaði føroyska avrikið, men føroysku unglingarnir mistu ongantíð fótafesti og vóru øgiliga fokuseraðir. Hóast hetta var elddópurin í endaspælshøpi, so vóru føroyingarnir púra kaldir og í fullkomnari javnvág, tá ið tað vóru tveir og ein minuttir eftir, og tað endaði við sigri.

Í morgin kl.12.00 verður mótstøðuliðið Slovenia, og sunnudagin kl. 12.00 fara Føroyar at spæla ímóti Ungarn.

Elias Ellefsen á Skipagøtu 9
Hákun West av Teigum 7
Pauli Mittún 6
Óli Mittún 6
Janus Dam Djurhuus 3
Viktor Gaini 2

Málverji: Pauli Jacobsen 34 %

U18-menn eru nummar 9 í Europa

14. august 2022

Føroyar eru nummar níggju í Evropa í U18-manshondbólti. Tað er greitt eftir ein flotta 29-27 sigurin á grannunum úr Íslandi í U18 EM-endaspælinum í Montenegro.

U18-menn: Eru nú í topp 10 í Europa

12. august 2022

Føroysku U18-mennirnir vunnu ein flottan og greiðan sigur á vertunum úr Montenegro í EM-endaspælinum. Úrslitið gjørdis 30-24, eftir hálvleiksstøðuna 15-10 til Føroyar.

Skeið í skaðafyribyrgjandi venjing

11. august 2022

Mikudagin og hósdagin 17. og 18. august verður skeið í skaðafyribyrgjandi venjing. Tað er Anja Greve, sum m.a. er fysioterapeut hjá danska manslandsliðnum, sum stendur fyri skeiðnum.