U20-menn: Sigraðu á Noregi

Hóast spenningur kom í til endans, so var talan um ein sannførandi sigur á Noregi, tá okkara annars høvdu eina trivaliga 6 máls leiðslu í seinna hálvleikir. Tá samanumkom vann Føroyar 33-31 á Noreg, eftir 16-16 í hálvleikinum.

Hetta var fyrsti dysturin nú EM-endaspælið í Portugal er farið í tveir bólkar. Føroyar eru í B-bólkinum, og skulu spæla um eitt pláss í HM-endaspælinum næsta ár.

Støðan í steðginum var 16-16, og eftir eina góða byrjan í seinna hálvleiki løgdu okkara menn seg framum við seks málum eina løtu.

Stóri munurin á dystinum í dag, og avsmurninginum móti Slovenia sunnudagin, var Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum var við aftur. Stóra stjørnan á føroyska liðnum var ikki hundrað prosent, men hann gjørdi sera stóran mun og gjørdist greiður toppskjútti við 12 málum.

Í morgin er mótstøðuliðið Pólland. Tað verður trupult, men vinna okkara tann dystin, eru møguleikarnir góðir fyri at vinna sær víðari luttøku.

Føroyar-Pólland verður leiktur klokkan 12 í morgin føroyska tíð. Kringvarpið vísir dystin.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 12 mál
Hákun West av Teigum 5 mál
Pauli Mittún 3 mál
Sveinur Olafsson 3 mál
Baldur Gillason 2 mál
Janus Dam Djurhuus 2 mál
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2 mál
Óli Mittún 2 mál
Viktor Gaini 2 mál

U18-menn eru nummar 9 í Europa

14. august 2022

Føroyar eru nummar níggju í Evropa í U18-manshondbólti. Tað er greitt eftir ein flotta 29-27 sigurin á grannunum úr Íslandi í U18 EM-endaspælinum í Montenegro.

U18-menn: Eru nú í topp 10 í Europa

12. august 2022

Føroysku U18-mennirnir vunnu ein flottan og greiðan sigur á vertunum úr Montenegro í EM-endaspælinum. Úrslitið gjørdis 30-24, eftir hálvleiksstøðuna 15-10 til Føroyar.

Skeið í skaðafyribyrgjandi venjing

11. august 2022

Mikudagin og hósdagin 17. og 18. august verður skeið í skaðafyribyrgjandi venjing. Tað er Anja Greve, sum m.a. er fysioterapeut hjá danska manslandsliðnum, sum stendur fyri skeiðnum.