Úrvalsliðið og H71 vunnu summarkappingarnar

Úrvalsliðið og H71 vunnu summarkappingarnar hjá ávikavist monnum og kvinnum.

Leygardagin vóru finalurnar í summarkappingunum, sum HSF hevur skipað fyri nú korona forðaði fyri at landskappingarnar kundu avgreiðast.

H71 vann  SMS-summarkappingina. Tær vunnu í finaluni ein greiðan 31-22 sigur á U18-landsliðnum, eftir hálvleiksstøðuna 14-9.

Úrvalsliðið vann Okkara-summarkappingina. Teir vunnu 29-25 sigur á H71 , eftir at H71 hevði verið á odda 16-14 í hálvleikinum.

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

20. september 2022

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.