Úrvalsvenjaraútbúgving

Í vetur hevur HSF aftur úrvalsvenjingarútbúgving á skrá. Útbúgvingin telur 5 skeið á 4 dagar. Hesi eru 1. verja, 2. álop, 3. verja, 4. toymisleiðsla og sálarfrøði, 5. kropslig venjing, málverjar og pedagogikkur.

Skeiðini verða hesar dagar:
20.–23. oktober 2022 – Verja
30. mar–2. april 2023 – Álop
13.–16. april 2023 – Toymisleiðsla og sálarfrøði
18.–21. mai 2023 – Kropslig venjing
8.–11. juni 2023 – Málverjar og pedagogikkur

Skeiðini eru hóskvøld, fríggjakvøld, allan leygardag og sunnudag fyrra- og seinnapart. Tað er krav, at hava tikið øll 5 skeiðini fyri at sleppa víðari til testskeiðið, sum er næsta stig á útbúgvingarstiganum.

Skeiðini kosta 2.000 fyri hvørt. Meldast kann til, við at senda teldupost til mark@hsf.fo.

Skeiðini verða hildin í samstarvi við danska hondbóltssambandið, DHF, og teirra undirvísarar, herundir føroyska kvinnulandsliðsvenjaranum Sonni Larsen

Útbúgvingin er góðkend í EHF Rinck Convention, kategori 2, har luttøka í øllum 5 skeiðunum og prógv, gevur atgongd til næsta stig, sum er eitt testskeið. Les meira um skeiðini og útbúgvingarstigan her: Venjaraútbúgving – HSF

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.