Væleydnað dómaraskeið

Seinasta vikuskiftið skipaði HSF fyri A– og B-dómaraskeiðum saman við roynda IHF dómaravegleiðaranum, Jørn Møller Nielsen.

Fríggjadagin var sokallað B-skeið fyri nýggjar dómarar og dómarar, ið døma í 1., 2. og U18 deildini.  Her var farið gjøgnum galdandi spælireglur, við praktiskum dømum og sjónbandaupptøkum. Eisini var framløga av Aksel Haraldsen við yvirskriftini “At leiða og rúma undir trýsti sum hondbóltsdómari”.

Uppmøtingin til B – skeiðið var ikki serliga nøktandi og luttóku 10 dómarar frá VÍF, StÍF, ÍA og Kyndil, umframt óheftir dómarar.

Leygardagin var so A-skeið fyri nýggjum og verandi dómarum í fremstu deildini. Byrjað var við Bip-rennitest, ið er kravt fyri at døma í fremstu deildini. Síðani tók Jørn Møller Nielsen yvir við gjøgnumgongd og tolkan av galdandi hondbóltslógum og nýggjum reglum. Jørn leggur dent á at lýsa reglar og tolkan av reglum við videoupptøkum og smáum royndum, og var hetta sera gevandi.

Tvær framløgur vóru eisini á skrá: “At leiða og rúma undir trýsti sum hondbóltsdómari” við Akseli Haralden og Snorri Paturrson legði fram um føði, heilsu og venjing undir heitinum “Munagóð metta fyri hvørja matartuggu”.

Eftir stórsteypadystirnar hittust venjarar, dómarar og Jørn Møller Nielsen til eitt prát um komandi kappingarár og hvat dentur verður lagdur á frá dómarans síðu framyvir. Eisini blivu dystir fyrr um dagin  eftirmettir við videoupptøkum. Samanumtikið frøddust venjararnir og dómarar, ið møttir vóru, at skipað var fyri hesum tiltaki. Íalt 20 dómarar luttóku á A – skeiðnum leygardagin.

Komandi tiltak – Dómaraskeið fyri hondbóltsfeløg
Dómaranevndin hevur nú sett á skrá at fara út til øll feløgini við dómaraskeiðum fyri venjarum, tíðtakarum, skrivarum og dómarum, ið døma í ymisku deildunum.

Vónandi fara øll feløg at taka undir við hesum og skráseta seg at luttaka.

Meira kann lesast um skeiðið og tilmelding á http://hsf.fo/domarar/komandi-tiltok/domaraskeid-fyri-hondboltsfelog/

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.