Væleydnað summarkapping

Faroe Islands Handball Cup í Vági er av á hesum sinni. Hetta er annað árið kappingin verður hildin, og var aftur talan um eina sera væleydnaða summarkapping, sum Vágs Bóltfelag skipar fyri.

Umleið 575 luttakar á 60 hondbóltsliðum í aldrinum U10-U16 hava seinast tríggjar dagarnar spælt 204 hondbóltsdystir og spælt hondbólt í meira enn 67 tímar.
Feløgini gleða seg longu til næsta ár!

Kvinnulandsliðið saman hesa vikuna

30. september 2022

A-landsliðið hjá kvinnum er savnað til venjingar í Føroyum hesa vikuna.

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.