Væleydnað venjaraskeið

Heili 41 luttakarar vóru á venjaraskeiði í vikuskiftinum í Høllini við Streymin.

Talan er um venjaraskeið á 1. stigi í samlaðu venjaraútbúgvningini. Skeiðið var hildið í skúlanum og høllini við Streymin í góðum samstarvið við EB. Undirvísarar vóru Søren Fisker og Bo Rudgaard úr DHF.

Les meira um venjaraskeið- og útbúgving hjá HSF her:
Venjaraútbúgving – HSF

Atgongumerki til sølu

31. januar 2023

Kl. 12.00 í dag koma atgongumerki til komandi steypafinalurnar og manslandsdystir til sølu. Atgongumerkini fáast til keyps á atgongumerki.fo.

Hesi halda skil á landsliðunum

26. januar 2023

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

Spennandi HM-lutakast

17. januar 2023

Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.