Væleydnaður túrur í Skjern

Síðsta vikuskiftið vóru 31 hondbóltsgentur, føddar í 2004, frá feløgnum kring alt landið, á hondbóltsferð í Danmark. Farið varð avstað hósdag og ferðalagið kom aftur til Føroya mánadagin.

Leikarar og venjarar búðu á hondbóltsakadaminum hjá Skjern Håndbold, har venjingar og dystir eisini vóru á skránni.

Vant varð tvær ferðir um dagin, og fríggjadag og sunnudag vóru venjingardystir móti Team Esbjerg og Skanderborg.

Eftir summarfrítíðina verður hesin aldursbólkur til ein landsliðsbólk, og fyrireikingarnar fram móti European Open í Gøteborg í Svøríki, sum verður í juli 2020, byrja.

Hugsanin er at arbeiða í tveimum bólkum við áleið 20 leikarum í hvørjum, so at tað íalt verða eini 40 leikarar í bruttohópinum.

Í næstum verður kunngjørt, hvørji fólk vera í venjaratoyminum, umframt at ein venjingarætlan fyri næsta árið verður kunngjørd.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.