Vælkoyrandi saman við P/F Wenzel

Hondbóltssambandið og P/F Wenzel hava longt samstarvsavtaluna í tvey ár og verður P/F Wenzel sostatt verandi stórstuðul og bilveitari hjá HSF í 2021 og 2022.

Til nýggja sáttmálan viðmerkir Rúni Djurhuus, stjóri hjá P/F Wenzel:
– Tað er stuttligt at stuðla hondbóltinum.  Hann hevur sjálvur altíð verið áhugaður í hondbólti og eru teir ernir av at stuðla HSF, sum er ein fyrimyndi fyri ítróttin. Tað hevur verið serliga stuttligt at fylgja landsliðunum og vera ein sjónligur stuðul á klæðunum. Hondbólturin er ein av stóru ítróttargreinunum í Føroyum og haldi eg landsliðsarbeiðið vera sera týdningarmikið og at føroyska tjóðin við erni kann savnast um hesi, sigur Rúni Djurhuus.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, fegnast um avtaluna:
– Tað er av alstórum týdningi at hava góðar stuðlar, sum eru við til at tryggja grundarlagið undir okkara virksemi. Tað er stuttligt og gevandi at samstarva við eina framfýsna fyritøku sum P/F Wenzel og var tað sera stuttligt, tá P/F Wenzel var og tók ímóti U17-landsliðnum vesturi á flogvøllinum við fimm flottum Volvo bilum eftir at hesir høvdu vunnið European Open.

Featured Video Play Icon

Stuttfilmur 4 – Felagsskapurin

30. oktober 2020

Fjórði stuttfilmurin í røðini “HSF 40 ár” lýsir HSF sum felagsskap.

Leikaramenningin 20/21 er byrjað

29. oktober 2020

Seinasta vikuskiftið byrjaði leikaramenningin fyri kappingarárið 20/21. 140 børn fødd í árgangunum 06/07 luttóku hesuferð.

Landsdystir millum Føroyar og Kekkia útsettir

28. oktober 2020

Orsakað av álvarsligu korona-støðuni í Kekkia eru manslandsdystirnir, sum skuldu verða 4. og 7. november millum Føroyar og Kekkia, útsettir.