Venjarartoymi sett til gentur 2006-07

Agnar Joensen og Johan Hofgaard eru settir sum venjatoymi hjá yngsta landsliðnum á kvinnusíðuni, gentur føddar í 2006-07.

Agnar Joensen hevur verið venjari í VÍF í fleiri ár, fyrst sum hjálparvenjari eftir at hann sjálvur gavst at spæla, og nú stendur hann á odda fyri mansliðnum. Johan Hofgaard hevur verið ungdómsvenjari í H71 og hjálparvenjari og málverjavenjari hjá ungdómslandsliðum áður.

Genturnar hava verið partur av leikaramenningini hjá HSF og verða nú til eitt landslið, sum skal kappast í European Open í Gøtebørg um mánaðarskifti juni/juli komandi summar.

Nú byrjar Faxe Kondi kappingin

18. januar 2022

Komandi 5 vikurnar fara menn og kvinnur at kappast í Faxe Kondi steypakappingini. Byrjað verður í kvøld í Klaksvík við dysti millum Team Klaksvík og Neistan.

Vunnu HM-undankappingarbólkin

17. januar 2022

Føroyar er víðari í HM-undankappingini hjá monnum eftir ein tryggan 26-19 sigur á Lettlandi.

Sigur á Italia eftir drama á Hálsi

16. januar 2022

Føroyar eru við í kappingini um víðari luttøku í HM-undankappingini eftir ein sera dramatiskan eitt-málssigur á Italia, 27-26.