Skeið fyri ungdómsvenjarar

Í september skipar Hondbóltssamband Føroya fyri venjaraskeiði við heitinum “Hvat er týdningarmiklast at læra átta til 12 ára gomul”.

Tvey skeið eru á skránni, annað í Klaksvík og hitt í Havn. Undirvísingin er býtt í tveir partar yvir tveir dagar og er fýra tímar hvørja ferð.

Skeiðið er bæði ástøðiligt og á hondbóltsgólvinum. Dia Midjord og Birgir Hansen eru skeiðshaldarar.

Pláss er fyri 16 luttakarum til hvørt skeiðið, sum kostar 400 krónur.

Tilmeldingin fer fram við at senda teldupost til hsf@hsf.fo. Upplýsast skal navn, føðingardagur, telefonnummar, teldupostur og hvør skal gjalda. Tilmeldingarfreistin er mikudagin 12. september kl. 12.00.

 

 

 

 

Nú byrja steypadystirnir

21. januar 2019

Mikukvøldið eru fyrstu dystirnir í bólkaspælinum hjá monnum og kvinnum í kappingini um at koma í stóru Faxe Kondi finalurnar, sum verða 23. februar.

Góð leikaramenning í Vági

18. januar 2019

Síðsta vikuskiftið var leikaramenning í Vági fyri U13 og U14 við gentum og dreingum.

Aftur ein sannførandi sigur

13. januar 2019

Føroyar vunnu 29-19 á Grønlandi, tá teir í kvøld spældu sín seinna venjingardyst.