Venjaraskeið í januar

Í tíðarskeiðnum frá 6. til 11. januar fer HSF, saman við venjarunum hjá A-landsliðnum hjá monnum, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller, og við toyminum kring landsliðið, at skipa fyri skeiðum, fyri venjarum kring landið.

Skráin fyri skeiðini sær soleiðis út:

Fríggjadagur, tann 6. januar
18:00-22:00 Skeið um kropsliga venjing við Søren Lavrsen í Høllini á Hálsi og Gundadalshøllini.
Skeiðsgjald 800 kr.

Sunnudagin, tann 8. januar
14:00-18:00 Málverjavenjaraskeið (positionering) við Tom Jensen í Høllini á Hálsi og Gundadalshøllini. Skeiðsgjald 1000 kr.
Málverjavenjaraskeiðið er partur av teimum fimm málverjavenjaraskeiðunum, ið HSF skipar fyri saman við Tom Jensen. Um man hevur rinda fyri tey skeiðini, skal man ikki gjalda tær 1000 krónurnar.

Mánadagin, tann 9. januar
17:30-21:30 Barnavenjaraskeið (verja) við Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller í Høllini á Skála við gentum 12 hjá StÍF. Skeiðsgjald 400 kr.

Mikudagin, tann 11. januar
18:00-22:00 Ungdómsvenjarskeið (verja) við Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller í Høllini í Vestmanna við dreingjum 16 hjá VÍF. Skeiðsgjald 400kr

Melda til við at gjalda á kontonummarið er 6460 1012896. Viðmerk navn og skeið.

Hesi halda skil á landsliðunum

26. januar 2023

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

Spennandi HM-lutakast

17. januar 2023

Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.

Stroymið U21 HM lutakastið

17. januar 2023

Í dag kl. 15.00 verður lutakastið til U21 HM-endaspælið hjá monnum, sum verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi.