Venjingar og fyrilestrar

Í samband við HM-undankappingina hjá A-monnum, sum verður í Føroyum 14-16. januar, eru A-landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller og toymið kring liðið í Føroyum í samband við fyrireikingarnar.

Í hesum sambandi skipar HSF, saman við venjarunum, fyri inspiratiónsvenjingum, fyrilestrum og fundum.

Hósdagur, tann 6. januar
19.00 – 21.00 Inspiratiónsvenjing (U12) við Peter Bredsdorff-Larsen í høllini á Hálsi
Allir barna- og ungdómsvenjarar og onnur áhugaði eru hjartaliga vælkomin.

Fríggjadagur, tann 7. januar
19.00 – 21.00 Kropslig venjing við Søren Lavrsen í høllini á Hálsi
Allir kropsligir venjarar, fysioterapeutar og ábyrgdarhavandi í feløgunum og onnur áhugaði eru vælkomin.

Mánadagur tann 10. januar
18.30 – 20.30 Inspiratiónsvenjing (U16) við Lars Møller og Peter Bredsdorff-Larsen í høllini á Oyrarbakka
Allir ungdómsvenjarar og onnur áhugaði eru vælkomin.

Týsdagur, tann 11. januar
19.00 – 21.00 Venjarafundur við Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Møller í kantinuni í høllini á Hálsi
Fyri venjarum í Burndeildini og landsliðsvenjarum.

Mikudagur, tann 12. januar
19.00 – 21.00 Málverjavenjing við Tom Jensen í Hoyvíkshøllini
Fyri øllum málverjavenjarum og ábyrgdarhavandi í feløgunum.

Atgongumerki til Norðurmakedonia – Føroyar

26. mars 2024

Stórur áhugi er fyri útidystinum hjá manslandsliðnum í HM-undankappingini móti Norðurmakedonia sunnudagin tann 12. mai í Skopje.

U-landsliðini saman á páskum

25. mars 2024

Nú í páskavikuni savnast fleiri av okkara yngri landsliðum til venjingar. U08-kvinnur, U06-kvinnur og U06-menn eru saman og fyrireika seg til sínar ymsu uppgávur í summar.

Niðurlond, Føroyar, Ukraina og Kosovo

21. mars 2024

A-landsliðið hjá monnum kom í bólk 6 saman við Niðurlondum, Ukraina og Kosovo til EM-undankappingina til Euro 2026.