Verkætlan við høgum leikarum

Aftur í ár hevur HSF hildið serliga verkætlan við høgum leikarum.

Í mun til seinasta ár, vóru fleiri nýggj andlit, tí hesuferð var talan um bæði gentur og dreingir í aldrinum 14-18 ár. Dagurin fevndi um eina venjing saman við Dragan Brljevic, sum er venjari hjá A-landsliðnum hjá kvinnum, har serligur dentur var lagdur á kognitiva hondbóltsvenjing við avleveringum v.m. Hereftir var frokostur og eitt upplegg um verkætlanina og avbjóðingarnar hjá høgum leikarum. Dagurin endaði við einari venjing saman við Hera Ziska, kropsligum venjara, við denti á kraftmenning, motorikk, samskipan og annað. Tað var eyðsýnt, at leikararnir, sum luttóku seinasta ár, veruliga høvdu tikið seg fram.

Orsøkin til verkætlanin
Í sambandi við hagtøl yvir hæddina av leikarunum á høgum altjóða støði, í mun til okkara egnu landslið, var ein týðuligur tendensur. Tá hugt var eftir hæddini av leikarum á hægsta stigið, í mun til okkara í álopsspælinum, so var minni munur á hædd, men tá hugt var eftir hæddini á leikarunum í verjuni, var ein týðuligur munur á einar 5-10 centimetrar. Niðurstøðan til hetta kann vera, at tá tað kemur til álopsspælið, er tað ikki eins avgerandi við hæddini, í mun til verjuspælið.

Tá føroyski leisturin var settur í verk, var hetta m.a. við denti á rørslu, flytføri og ágangandi verjuspæl í barna- og ungdómshondbóltinum. Semja er um, at hetta er tann rætta leiðin, men skapar hetta samstundis avbjóðingar fyri høgu leikararnar, tá vøkstur kann seinka menningini innan tað kognitiva og evnini at útvikla kraft. HSF ynskir, at venjarar kring landið halda áfram við positivu menningini í offensiva verjuspælinum, men samstundis hava tol við teimum høgu leikarunum. Teirra menning gongur seinni, men øll gransking vísir, at menningini eisini kemur hjá teimum. Skal góða gongdin halda áfram, hava vit tørv á teimum høgu leikarunum og tað tryggja vit saman.

EM lutakast hósdagin

17. apríl 2024

Í morgin, hósdagin kl. 17.00, føroyska tíð, verður lutakastið til EM-endaspælið hjá kvinnum. Tá verður eisini greitt, hvørt Føroyar skulu spæla í Basel, Innsbruck ella Debrecen.

Nýggj dystar- og úrslitasíða

16. apríl 2024

HSF hevur í dag hevur fingið nýggja dystar- og úrslitasíðu, sum sæst undir “Kappingar” á heimasíðu okkara.

Væleydnað skeið saman við Styrkisambandinum

16. apríl 2024

Í gjár var skeið fyri styrkivenjarum úr teimum ymsu feløgunum. Talan var um skeið í samstarvi við Føroya Styrkisamband og Pól Hendrik Andreasen og Frank Petersen, venjarar.