Verkætlan við høgum leikarum

Les um forvitnisliga verkætlan við høgum leikarum.

Yvir fleiri ár hevur føroyskur hondbóltur ment ein spælihátt, sum er ágangandi og álopssinnaður í báðum endum av vøllinum. Hesin spæliháttur krevur, at leikarar kunnu flyta seg yvir stór umráði, og eru flytførðir. Hesin spæliháttur er blivin brúktur heilt niður í yngstu deildirnar og hevur verið viðvirkandi til stóru menningina og góðu úrslitini, sum hava verið hjá landsliðunum seinastu árini.

Spælihátturin kann tó eisini hava eina baksíðu, og tað er mangulin uppá høgar leikarar. Um ein leikari er høgur, vil hetta ofta ávirka evnini at flyta seg kvikliga yvir størri umráði. Motorisku evnini taka longri tíð at menna, og hetta vil hartil ofta ávirka tekniska støði og evnini at spæla skjótt, sum føroyski leisturin leggur upp til.

Altjóða sæst tørvurin á høgum leikarum ikki neyðtørviliga í álopsspælinum, men heldur í miðverjuni, óansæð verjuskipan. Her er ein stórur tørvur á høgum og fysiskum leikarum, sum somuleiðis eru flytførðir. Ásannandi hetta hevur HSF sett í verk eina royndarverkætlan við høgum leikarum, sum uppá sikt kann verða við til at styrkja okkara A-landslið og røkka teimum úrslitum miðja verður fram ímóti. Verkætlanin er í samstarvi við kropsliga venjaran hjá HSF, Hera Ziska. Arbeitt verður við einum útvaldum bólki av hávaksnum leikarum, har hesir fáa nøkur mennandi amboð, sum kunnu stimbra og viðvirka at hesi málini kunnu røkkast.

Heri Ziska lýsir verkætlanina soleiðis:

– Ein høgur spælari er eitt stórt aktiv fyri eitthvørt landslið, men áðrenn ein høgur spælari kemur so langt, so skal hann kempa seg ígjøgnum eina munandi brattari brekku enn hansara smærru javnaldrar. Orsøkin til hesa brekku er, at kropsbygnaðurin setur størri krøv til kropsliga menning innan ítróttir, sum krevja skjót rætningsskiftir ella ferðøkingar.

Alt tað ein spælari ger í einum dysti er forankra í gólvinum. Tá ein spælari skal í mótálop, so skal hann trýsta niður og aftur í gólvið, fyri á tann hátt at flyta kroppin framá. Sama ger seg galdandi í t.d. nærdystum og avsett. Kroppurin í hesum høpinum kann síggjast sum massamittpunktið, sum er tað punktið í kroppinum, har tað er líka nógv vekt hvørju megin við í allar rætningar. Hjá flestu fólkum liggur massamittpunkti í búkinum, eitt sindur aftanfyri nalvan.

Avbjóðingin hjá tí høga spælarnum er, at tað er longri frá forankringspunktinum (gólvinum) til massamittpunktið. Tað merkir, at spælarin í øllum rørslum, sum hava til endamáls at flyta spælaran fram ella til síður, skal skapa eina størri kraft fyri at kunna flyta seg eins skjótt og ein minni spælari. Kraftin skal síðan transmitterast ígjøgnum ein væl longri bul enn hjá einum minni spælara. Bulurin er ein røð av størri og smærri vøddum. Av tí at hesir vøddar skulu arbeiða yvir eitt longri spenni hjá tí høga spælaranum enn hjá smærri spælara, so má hvør einstakur vøddi vera tað sterkari, fyri at kunna stabilisera eins nógv, og harvið kunna transmittera somu kraft, sum hjá tí smærra spælaranum. Hesar avbjoðingar gera, at høgir spælarar ofta mangla kvikleika sammet við sínar meir lágvaksnu javnaldrar.

Fyri at lofta hesum hevur HSF boði nøkrum av høgum spælarunum, sum eru føddir millum 2004 og 2001 til nakrar servenjingar. Hesar venjingar hava havt til endamáls, at læra spælararnar at skapa kraft skjótt, og at kunna transmittera hesa kraftina umvegis ein dynamiskt stabilan bul, tvs kunna hava ein stabilan bul samstundis sum kraftin á bulinum varierar. Síðuleypandi var gjørd ein evalurering av einstaka spælararnum fyri at vita, hvar mest er at heinta í mun til víðari menning.

Tað vísti seg beinan vegin, at spælarar vóru sera ymiskir í síni menning. Onkur hevði vant nógva styrki, men ikki tilsvarandi av kvikleika, onkur nógvan kvikleika, men ikki tilsvarandi styrki. Eisini var munur á, hvussu væl spælarar megnaðu at stabilisera bulin, bæði í kvikum rørslum og í samband við styrkivenjing.

Venjingarnar vóru tískil lagdar soleiðis til rættis, at byrja var í fimleikahøllini í Hoyvíkar Skúla. Her var arbeitt við kvikleika og dynamiskum bulstabiliteti. Kvikleikin var fokuseraður uppá tað, at útvikla eina stóra kraft skjótt í hondbóltspecifikkum rørslumynstrum, meðan dynamiski bul-stabiliteturin var meir almennur, men tó relevantur til hondbólt. Eftir at hava vant góðan tíma í fimleikahøllini var farið í styrkihøli í Hoyvíkshøllini, har arbeitt var við styrki, tó var aftur fokus  á, at útvikla kraft. Her var eisini arbeitt við einum meira statiskum bul-stabiliteti.

Atgongumerki til Norðurmakedonia – Føroyar

26. mars 2024

Stórur áhugi er fyri útidystinum hjá manslandsliðnum í HM-undankappingini móti Norðurmakedonia sunnudagin tann 12. mai í Skopje.

U-landsliðini saman á páskum

25. mars 2024

Nú í páskavikuni savnast fleiri av okkara yngri landsliðum til venjingar. U08-kvinnur, U06-kvinnur og U06-menn eru saman og fyrireika seg til sínar ymsu uppgávur í summar.

Niðurlond, Føroyar, Ukraina og Kosovo

21. mars 2024

A-landsliðið hjá monnum kom í bólk 6 saman við Niðurlondum, Ukraina og Kosovo til EM-undankappingina til Euro 2026.