Við samanhaldni røkka vit longur

Tað heldur Sonni Larsen, landsliðsvenjari hjá monnum. Í hesum døgum er hann á venjingarlegu í Sandoynni við einum bruttohópi, sum telur 25 spælarar.

Teir hava vant dúgliga og hart hesar dagarnar, men teir hava eisini havt stundir at hugna sær við spurnarkappingum og spølum.

Samansjóving er partur av dagsskránni hvønn dag, tí sosialu bondini hava týdning á sjálvum hondbóltsvøllinum, heldur landsliðsvenjarin.

– Samanhaldið er við til at gera, at 2 + 2 gevur 5. Hetta eru spælarar í ymsum aldri frá ymsum feløgum, og gott samanhald er við til at menna spælararnar, sum gevur betur úrslit, sigur Sonni Larsen.

Venjingarlegan byrjaði týsdagin og endar í morgin, leygardagin. Tá verður venjingardystur í høllini í Hoyvík ímóti einum sterkum útvaldum liði, har millum aðrar Filip Jojic, Mladen Mjerimacka og Hørður Sigtórsson eru á liðnum.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.