Við Smyril Line inn í 2022 og 2023

Smyril Line er ein av trúgvu stórstuðlunum hjá hondbóltinum í Føroyum, og er sponsorsáttmálin við HSF nú longdur, galdandi fyri 2022 og 2023.

2022 verður sjeynda árið hjá HSF saman við Smyril Line og hittust Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóri í Smyril Line, herfyri, at undirskriva nýggja sáttmálan.

– Tað er hugtakandi at síggja, hvussu hondbólturin hevur megnað at savnað føroysku tjóðina til bæði altjóða og heimligar kappingar seinastu árini. Úrslitini hava verið góð, og síggja vit hvussu fleiri og fleiri leikarar fáa tilboð úr útlendskum feløgum. Hesi góðu tilgongdini og menningini vilja vit gjarna stuðla og skapa góðar karmar fyri, heilsar Henny á Líknargøtu.

– Góðir og trúgvir stuðlar eru alt avgerandi í teimum málum vit í HSF hava sett okkum. Smyril Line hevur verið við til at stuðlað og tryggjað tað uppbygging, sum hevur verið seinastu árini. Uppgávurnar gerast bara størri og meira avbjóðandi og sær 2022 út til at blíva eitt sera spennandi ár fyri okkara landslið, bæði hjá monnum, kvinnum og ungdóminum, sigur Gunn Ellefsen.

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

20. september 2022

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.