Viðurkenning til U21-landsliðið

Søguliga U21-landsliðið fekk stórt herðaklapp, tá tað seinnapartin varð kunngjørt á samkomu í ÍSF-húsinum, hvørji føroysk ítróttafólk fáa stuðul úr stuðulskipanini, Úrval, í ár.

U21-landsliðið fekk 100.000 krónur fyri sítt avrik í HM-endaspælinum í Algeria í summar.

Í ár lat Úrval eina millión krónur til føroyskan ítrótt. 18 úrvalsítróttafólk fingu stuðul.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.