VÍF og H71 eru føroyameistarar

Tað gjørdist ein ógvuliga spennandi finaluvika, bæði hjá monnum og kvinnum.

Í fyrru kvinnufinaluni vann Kyndil, meðan VÍF vann seinnu finaluna, so at ein triðja finala mátti spælast. Avgerandi finalan gjørdist eisini spennandi, har liðini togaðust um málini. Í seinna hálvleiki dróg VÍF frá og kom framum við fimm málum. Kyndil megnaði at hála seg innaftur á tvey mál, men síðstu minuttirnar dróg VÍF fráaftur og vann 22-17.

Fyrra mansfinalan var ein sannur gysari, sum endaði við javnleiki. Tí var lagt upp til eitt brak av eini seinni FM-finalu, og so varð. Í eini kókandi hoyvíkshøll var spenningur fyri allar pengarnar. Liðini fylgdust mál um mál til átta minuttir vóru eftir.  Við góðum málmansavriki frá Ára Dam í H71-málinum, har hann bjargaði í tveimum skotum á rað og sendi bóltin í tómt Neistamál, komu hoyvíkingar á odda við tveimum málum. Endaliga úrslitið bleiv 21-19.

HSF ynskir VÍF og H71 hjartaliga til lukku við føroyameistaraheitinum og ynskir somuleiðis Kyndli og Neistanum til lukku við silvurinum.


 

Elias var besti spæliskipari

19. august 2018

Elias á Skipagøtu varð valdur besti spæliskiparin undir EM-kappingini fyri U18-landslið, sum hevur verið í Tbilisi í Georgia seinastu tíggju dagarnar.

Føroyar vundu burtur úr Luksemburg

19. august 2018

Føroyska U18-landsliðið við monnum vann sannførandi, tá teir spældu sín seinasta dyst í EM-kappingini í Georgia fyrrapartin. Dysturin var móti Luksemburg um fimta plássið.

Vunnu eftir brotskastkapping

18. august 2018

Tað skuldi brotskastkapping til fyri at avgerða dagsins EM-dyst millum U18-landsliðini hjá Føroyum og Georgia.