VÍF og H71 vunnu Lionsbikarið

Árligu stórsteypadystirnir í hondbólti, har tey bestu farna kappingarár kappast um Lionsbikarið, vórðu spældir í Høllini í Kollafirði í dag.

Hjá kvinnum hittust VÍF og Kyndil, ið vóru tey bæði liðini, sum síðsta kappingarár spældu bæði finaluna í steypakappingini og um føroyameistaraheitið. Í báðum førum vann VÍF. Tað eydnaðist heldur ikki kyndlakvinnum at basa vestmannakvinnunum í dag, sum vunnu dystin 28-23.

Hjá monnum hittust føroyameistararnir úr H71 og steypavinnararnir úr Kyndli. Hoyvíkingar vunnu ein tryggan sigur, 30-21.

 

Fleiri børn spæla hondbólt

13. november 2018

Fleiri børn enn nakrantíð spæla hondbólt. Kappingarárið 2018/19 eru 152 ungdómslið tilmeldaði. Tað eru fimm lið fleiri enn í fjør, sum eisini setti met við seks fleiri liðum enn árið fyri.

U17 til Georgia og U19 til Litava

12. november 2018

Um vikuskiftið var lutakast til HM-undankappingina hjá U17- og U19-landsliðunum hjá kvinnum.

Kvinnulandsliðið úttikið

8. november 2018

A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla tríggjar HM-undankappingardystir í døgunum 30. november til 2. desember.