Vilja vera við í FM-stríðnum

Neistin stillar aftur í ár upp við einum sterkum liði, og er uttan iva ein av biðlunum um finaluplássini.

–  Vit hava eitt greitt mál at enda millum fýra tey fremstu liðini í gundspælinum, og harvið vera við í FM-stríðnum. Vit fara sjálvandi inn fyri at vinna hvønn dyst og vilja gjarna uppbyggja ein góðan heimavøll.

Tað sigur Tróndur Kragesteen, liðskipari hjá Neistanum.

Hópurin hjá Neistanum er at kalla tann sami sum í fjør. Carl Herup Olsen og Kristjan Dulavík eru givnir, meðan Hjalti í Jákupstovu er farin av landinum í lestrarørindum.

Tróndur Mikkelsen, sum hevur spælt ungdómshondbólt í Danmark, er hinvegin komin aftur til Neistan.

–  Hann er ein spennandi leikari. Aðrir ungir leikarar fara sikkurt eisini at fáa størri leiklut í ár, millum annað Dánjal Ragnarsson og Julian Kragesteen, greiðir Tróndur frá.

Spurdur, hvønn hann væntar sær størstu kappingina frá í ár, eru tað báðir grannarnir.

– H71 og Kyndil síggja sera sterkir út í ár. Hoyvíkingar hava fingið tilgongd av ungum, evnaríkum spælarum og Kyndil hevur fingið nýggjan venjara. Eg vænti mær serliga truplar dystir móti teimum, sigur spælskiparin hjá Neistanum.

Teir næstbestu hjá Kyndli eru víðari

7. desember 2018

Nú er greitt, hvørji lið skulu spæla í Faxe Kondi kappingini.

Featured Video Play Icon

Eitt gott heildaravrik

3. desember 2018

Føroyar taptu 23-19 móti Sveis í sínum triðja og síðsta HM-undankappingardysti.

Føroyafjepparar til landsdyst

2. desember 2018

Føroyar! Føroyar! varð rópt á hálvbrotnum føroyskum.