Vitjan av grønlendska landsstýrisformanninum

Hondbóltssambandið hevði í morgun vitjan av grønlendska landstýrisformanninum Múte B. Egede.

Landstýrisformaðurin er í hesum døgum á almennari vitjan í Føroyum, og hevur hann vitjað ymisk virki, stovnar og í morgun Hondbóltssamband Føroya. Múte B. Egede og konan Sara B. Egede hava bæði spælt hondbólt og ynsktu at vitja HSF á føroyavitjanini.

Á vitjani vóru umframt grønlendsku hjúnini, løgmaður Bárður Nielsen og konan Rakul Nielsen og umboð frá Løgmansskrivstovuni og grønlendsku umsitingini.

Á vitjanini varð, umframt søguligu gongdini, serliga greitt frá tilgondini til eyðsýndu menningina í føroyskum hondbólti seinastu 10 árini, og hvussu Føroyar megna at luttaka í trimum altjóða endaspølum komandi summar.

Eftir fundin var høvið nýtt til at handa Múte og Sara B. Egede nýggju landsliðsblusuna hjá HSF.

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.