Vunnu hvør sín dyst

Um vikuskifti eru ungdómslandsdystir millum Føroyar og Ísland í Høllini á Hálsi. Talan er um U16- og U18-kvinnulandsliðini, sum spæla vinadystir.

Føroysku U16-kvinnurnar tyktist nervaðar í fyrra hálvleiki av dystinum móti Íslandi í dag. Álopsspælið var stirvið og ov nógvir málkjansir vóru brendir, bert Karin Egholm vísti gott spæl á høgra vongi og helt føroyska liðnum inni í dystinum við at skora 5 mál í fyrra hálvleiki uppá 6 royndir. Ísland vann seg beinan vegin fram um við fleiri málum og vóru á odda 14-9 í hálvleikinum.

Føroyska liðið var tó sum hamskift í seinna hálvleiki og byrjaði spakuliga at eta leiðsluna upp. Í álopsspælinum vóru Maria P. Nólsoy og Bjørk Joensen sera eyðsýndar og stóð nú verjan eisini betri. Fyrstu ferð Føroyar var á odda í dystinum var við 24-23 ein minutt fyri leiklok. Hetta gjørdist eisini endaliga støðan og stór frøði var á føroysku leikarunum.

Føroysku málini gjørdu:
Maria P. Nólsoy 7
Karin Egholm 6
Bjørk F. Joensen 4
Silja Heðinsdóttir 3
Anna Elisabeth H. Weyhe 1
Inga Maria Joensen 1
Barbara Hammer 1
Marita F. M. Thomsen 1

Liðini hittast aftur í morgin kl. 16.00 í Høllini á Hálsi. Tíverri frættist í kvøld, at toppskjúttin hjá Føroyum, Maria P. Nólsoy, hevur brotið hondina í dystinum og helst ikki spælir í morgin.


Føroysku U18-kvinnurnar taptu greitt 32-24 fyri Íslandi. Tað var serliga í fyrra hálvleiki at tað gekk strilti og vóru alt ov nógvar villur. Hálvleiksstøðan var 17-9.

Føroyska liðið spældi væl í seinna hálvleiki og uppá átta minuttir fóri dysturin frá 9-17 til 17-20. Dysturin livdi aftur, men tíverri gjørdu okkara aftur fleiri mistøk og Ísland vann seg fram um aftur og avgjørdu dystin.

Føroysku málini gjørdu:
Jana Mittún 6
Frida Holm Jacobsen 6
Elsa Egholm 4
Lea Lisberg 3
Lív Zachariasen 3
Vár Zachariasen 1
Brynhild Pálsdóttir 1

Liðini hittast aftur í morgin kl. 18.00 í Høllini á Hálsi.

Kvinnulandsliðið styrkismett nr. 27 í Evropa

2. desember 2022

Næsta EM-endaspælið hjá kvinnum verður víðka frá 16 til 24 lið, á sama hátt sum EM-endaspælið hjá monnum er.

Bók um Elias

30. november 2022

Elias – ein hondbóltsstjørna, er heitið á nýggjari barnabók, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.