HSF hevur gjørt avtalu við Djóna Gaard Joensen og Jesper Bak um at standa á odda fyri U08-landsliðnum hjá monnum næstu tvey árini. Talan er um dreingir føddir í 2008 og 2009.
Djóni Gaard Joensen hevur verið hjálparvenjari hjá U04-landsliðnum við monnum seinastu árini, samstundis sum hann hevur royndir sum bæði ungdómsvenjari og hjálparvenjari hjá mansliðnum hjá H71. Jesper Bak hevur seinastu árini verið venjari hjá bæði mansliðnum og fleiri ungdómsliðum hjá StÍF og VÍF, frammanundan hevur hann royndir sum venjari í Danmark.
Dreingirnir hava verið partur av leikaramenningini hjá HSF og verða nú til eitt landslið. Fyrsta uppgávan hjá yngsta landsliðnum hevur vanliga verið European Open í Gøteborg, men av tí, at EHF hevur broytt aldursbólkarnar til European Open, verður í løtuni arbeitt við at finna eina aðra kapping.