Ivasamt avrik móti Kosovo

Kvinnulandsliðið rakti ikki dagin, tá tær taptu 27-24 fyri Kosovo í dag. Dysturin kendist sum ein long niðanbrekka, har fá ting riggaðu og fáir marginalar koppaðu til okkara.

Føroyska liðið byrjaði dystin heldur trilvandi. Glið kom ongantíð veruliga á álopsspælið og verjan hekk illa saman. Okkara kláraðu ikki at halda ein móti einari og var tað serliga Leonora Demaj úr danska felagnum Ringkøbing, sum gjørdi um seg. Hon skjeyt 8 mál í fyrra hálvleiki. Í føroyska álopinum vóru ov nógvar villur og sótu innspølini til strikuna ikki.

Hóast hetta, so var føroyska liðið væl við í dystinum, og skiftust liðini um at vera frammanfyri. Føroyska liðið fór út í eina 5-1 verju eftir 17 minuttir og riggaðu hetta betri. Eisini gekk betri at koma til málkjansir í álopinum, har Súna Krossteig Hansen, Marianna Eystberg og Jana Mittúna gjørdu um seg við kvikum ein móti einum spæli.

Niðanbrekkan helt áfram í seinna hálvleiki og mátti føroyski venjari Sonni Larsen taka time-out eftir 7 min. Sera nógvar villur vóru í álopinum, sum vóru straffaðar í hinum endanum, og Kosovo vann seg fram um við 4 málum. Føroyska liðið megnaði illa at minka um munin, hetta hóast stjørnan hjá Kosovo, Leonora Demaj fekk sína triðju útvísing og harvið reytt kort. Nógvar útvísingar fullu til bæði liðini og kom ongantíð rútma í dystin í seinna hálvleiki.

Føroyski venjarin var leitandi og royndi at finna loysnir. Farið var innaftur at verja 6-0 og bøtti hetta eitt sindur um, men enn taptu okkara duellirnar ferð eftir ferð.

Føroyar taptu dystin við trimum málum 27-24 og verður tað torført, men ikki ógjørligt leygardagin, tá liðini møtast í seinna dystinum. Dysturin byrjar kl. 18.30, føroyska tíð, og verður vístur á KVF.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Marianna Geirsdóttir Eystberg 10 (6)
Súna Krossteig Hansen 7
Jana Mittún 5
Ingibjørg Olsen 1
Ninna Katrin Johansen 1

Málverja:
Annika Fríðheim Petersen 1 bjarging
Rakul Wardum 9 bjargingar

Dystargongdin:
5 min. 3-2
10 min. 5-5
15 min. 8-8
20 min. 9-11
25 min. 11-12
30 min. 13-14
35 min. 14-15
40 min. 15-19
45 min. 17-20
50 min. 20-24
55 min. 23-27
60 min. 24-27

Sigrandi til Oslo

11. januar 2026

Føroysku menninir fara við einum góðum sigri í skjáttuni til EM í Oslo. Føroyar vunnu seinasta fyrireikingardystin, 38-34 móti Italia, eftir hálvleiksstøðuna 18-17 til Føroyar.

Ongin søla við dyrnar í dag!

11. januar 2026

Atgongumerki eru tøk á netsøluni og heldur sølan fram her til tað er útselt.

Tepurt tap fyri Italia

9. januar 2026

Vinardysturin móti Italia var vinarkendur. Liðini tímdu betri álop enn verju og skiftu nógv út. Føroyar vóru betri fyrstu 40 minuttirnar, men mistu takið seinastu løtuna og taptu 36-34, eftir at Føroyar vóru á odda 19-17 í hálvleikinum.

Ein loysn frá Sendistovuni